Búmerkið hjá felagnum
Heim / Stuðla arbeiðinum /
Um stuðul

Um stuðul.

Fyri at tað skal vera so bíligt sum møguligt at vera faddur hjá Føroysku barnahjálpini, verður miðað eftir at fáa so nógva sjálvbodna arbeiðsmegi sum gjørligt.

  • Føroyska barnahjálpin ætlar at røkka sínum endamáli við at leita sær sjálvbodna hjálp og stuðul frá so nógvum, sum vilja hjálpa til.
  • At fáa so nógv sjálvboðin til at gera arbeiðið á teimum økjum, har tað er gjørligt
  • At fáa til vega pening við gávum frá virkjum og einstaklingum og gjøgnum ymisk tiltøk.

Høvuðsendamálið hjá Føroysku barnahjálpini er at stuðla børnum í tilafturskomnum londum við hjálp til skúlagongd og útbúgving.

Við stuðli frá føroyskum stuðulsforeldrum stuðlar Barnahjálpin umleið 500 børnum í fimm ymiskum londum. Londini eru Filipsoyggjarnar, India, Liberia, Pakistan og Senegal. Øll hesi lond eru á listanum hjá ST yvir menningarlond, sum hava tørv á stuðli.

Í Liberia stuðlar Barnahjálpin 160 børnum. Liberia hevur verið hart rakt av borgarakríggi, AIDS og Ebola. Miðaladurin er bara 18-19 ár, so meginparturin af fólkunum eru ung og óroynd. Ein stórur partur av fólkinum livir í fátækradømi og hava ikki ráð til skúlagongd.

Barnahjálpin stuðlar eisini 82 børnum í Sengal við skúla og útbúgving.

Í Pakistan stuðla føroysk stuðulsforeldur 89 børnum við skúla og útbúgving. 

Á Filipsoyggjunum stuðla føroysk stuðulsforeldur 73 børnum við skúla og útbúgving.

Í Nigeria stuðla føroysk stuðulsforeldur 90 børnum við skúla og útbúgving.