Búmerkið hjá felagnum
Heim / Stuðla arbeiðinum /
Børn uttan stuðul

Børn uttan stuðul.

  • Magnick Diouf

    Magnick fyllir seks á í oktober. Foreldrini eru skild og Magnick býr saman við mammu sínari til leigu.
    Magnick dámar væl at sparka bólt og er ein sera prátingarsamur drongur. 
    Stuðulsgjaldið er 250 krónur um mánaðin. Um tú vilt stuðla Magnick, kanst tú skriva til Andreu á andrea@barnahjalp.fo.

  • Perfection Paul - Nigeria

    Perfection er 10 ára gomul. Pápin er rýmdur frá familjuni, so mamman er einsamøll um børnini. Tey búgva í einum húsum saman við familju. Tey hava einki ravmagn, matgera við brenni, brúka alment vesi og fáa vatn úr einum krana. Mamman hevur ikki ráð at gjalda fyri skúlagongdina hjá dóttrini. 

    Stuðulsgjaldið er 250 krónur um mánaðin. Um tú vilt stuðla Perfection, kanst tú skriva til Andreu á andrea@barnahjalp.fo.

  • Januel Abawag - Filipsoyggjar

    Januel fyllir 13 ár 1. august. Mamman býr einsamøll við børnunum í eini bambuss-smáttu í slumminum. Tey matgera við brenni og hava ravmagn. Tey fáa vatn úr einum brunni, sum liggur langt frá húsunum. Tey hava atgongd til felags vesi/bukku, sum fleiri familjur í økinum brúka. Mamman hevur ikki ráð at gjalda fyri skúlagongdina hjá soninum. 

    Stuðulsgjaldið er 250 krónur um mánaðin. Um tú vilt stuðla Januel, kanst tú skriva til Andreu á andrea@barnahjalp.fo.

  • Genta - Pakistan

    Hendan fitta gentan býr í Pakistan. Vit kunnu ikki leggja navn hennara alment út orsakað av forfylging av kristnum í Pakistan. Hon 13 ára gomul og gongur í kostskúla.  

    Familjan býr í einum múrsteinshúsum við einum rúmi. Tey hava el og matgera við gassi. Tey fáa vatn úr einum krana. Tað er tungt hjá teimum at fáa endarnar at røkka saman við einari inntøku. Foreldrini hava ikki ráð at gjalda fyri skúlagongdina hjá dóttrini. 

    Stuðulsgjaldið er 300 krónur um mánaðin. Um tú vilt stuðla gentuni, kanst tú skriva til Andreu á andrea@barnahjalp.fo 

  • Francis Sacor - Liberia

    Francis er 20 ára gomul og bleiv liðug við highschool í 2024. Tíverri er hon arbeiðsleys og hevur onga inntøku. Vit leita eftir stuðli til hennara, so hon kann fara at læra seg okkurt handverk. Hon kundi hugsað sær at lært til kosmetolog og at gera hár, so hon við tí kann breyðføða seg. 
     
    Stuðulsgjaldið er 300 krónur um mánaðin. Um tú vilt stuðla Francis, kanst tú skriva til Andreu á andrea@barnahjalp.fo.