Stuðla arbeiðinum.
Føroyska Barnahjálpin stuðlar 500 børnum í fimm londum. Londini eru Filipsoyggjarnar, Liberia, Nigeria, Senegal og Pakistan.
Á breddanum vinstru megin kanst tú lesa um londini og hvussu tú kanst stuðla.
Fyri at tað skal vera so bíligt sum møguligt at vera faddur hjá Føroysku barnahjálpini, verður miðað eftir at fáa so nógva sjálvbodna arbeiðsmegi sum gjørligt.
· Føroyska barnahjálpin ætlar at røkka sínum endamáli við at leita sær sjálvbodna hjálp og stuðul frá so nógvum, sum vilja hjálpa til.
· At fáa so nógv sjálvboðin til at gera arbeiðið á teimum økjum, har tað er gjørligt
· At fáa til vega pening við gávum frá virkjum og einstaklingum og gjøgnum ymisk tiltøk.
Høvuðsendamálið hjá Føroysku barnahjálpini er at stuðla børnum í tilafturskomnum londum við hjálp til skúlagongd og útbúgving.
Við stuðli frá føroyskum stuðulsforeldrum stuðlar Barnahjálpin umleið 500 børnum í fimm ymiskum londum. Londini eru Filipsoyggjarnar, India, Liberia, Pakistan og Senegal. Øll hesi lond eru á listanum hjá ST yvir menningarlond, sum hava tørv á stuðli.
Í Liberia stuðlar Barnahjálpin 160 børnum. Liberia hevur verið hart rakt av borgarakríggi, AIDS og Ebola. Miðaladurin er bara 18-19 ár, so meginparturin af fólkunum eru ung og óroynd. Ein stórur partur av fólkinum livir í fátækradømi og hava ikki ráð til skúlagongd.
Barnahjálpin stuðlar eisini 82 børnum í Sengal við skúla og útbúgving.
Í Pakistan stuðla føroysk stuðulsforeldur 89 børnum við skúla og útbúgving.
Á Filipsoyggjunum stuðla føroysk stuðulsforeldur 73 børnum við skúla og útbúgving.
Í Nigeria stuðla føroysk stuðulsforeldur 90 børnum við skúla og útbúgving.