Barn í Liberia.
Í løtuni stuðlar Føroyska barnahjálpin umleið 160 børnum og ungum í Liberia:
- Kostnaðurin fyri at stuðla einum barni er kr. 250,00 um mánaðin. Mánaðarliga gjaldið hevur verið tað sama í nógv ár og samstundis sum alt er vorðið nógv dýrari. Tí royna vit at fáa tveir stuðlar til hvørt barnið.
Kostnaðurin fyri at uppihalda einum barni í Libera er 100 USD um mánaðin, so í krónum skiftir upphæddin alt eftir gjaldoyravirðinum.
Flestu børnini, sum fyrr búðu á barnaheiminum, ið Føroyska barnahjálpin rak, eru foreldraleys ella búðu har, tí foreldrini ikki høvdu ráð at forsyrgja teimum. Tí hava vit gjørt av ikki at sleppa hesum ungu hóast fleiri teirra nú eru yvir 18 ár. Vit ynskja, at Barnahjálpin skal verða verandi teirra avvarðandi, tí tey hava ongan annan. Vit stuðla teimum tí víðari í lívinum og við útbúgving.
Skriva til andrea@barnahjalp.fo, um tú ynskir at stuðla barni í Liberia.