Búmerkið hjá felagnum
Heim / Stuðla arbeiðinum /
Stuðla rakstrinum

Stuðla rakstrinum.


Í sambandi við virksemið hjá Føroysku barnahjálpini, royna vit at fáa fyritøkur at lata fastan fíggjarligan stuðul til raksturin hjá felagsskapinum.

Virksemið er vaksið nógv seinastu árini og økir tað um krøvini til raksturin.

Í dag stuðlar Barnahjálpin 500 børnum í fimm ymiskum londum. Hvønn dag arbeiða okkara starvsfólk á Filipsoyggjunum, Liberia, Nigeria, Pakistan og í Senegal við at hjálpa børnum við skúlagongd, mati, heilivági og umsorgan. Tað arbeiðið sæst aftur á myndunum og smílandi børnunum

Men aftanfyri alt hetta eru eisini heilt vanligar rakstrarútreiðslur:
- telefon og internet
- ferðing til børn og familjur
- streymur og leiga
- skrivstova og dagligt virksemi
- banka- og flytingargjøld

Vit uppliva ofta, at fólk fegin stuðla til mat, heilivág og skúlagongd — og tað eru vit ógvuliga takksom fyri. Men sannleikin er, at uttan rakstur hevði eingin hjálp komið fram.

Tí vit biðja vit eisini um hjálp til sjálvt grundarlagið undir arbeiðinum.

Bert við einari lítlari fastari mánaðarligari upphædd, kanst tú hjálpa til. Eingin upphædd er ov lítil. 

Hjartans tøkk fyri, at tit hjálpa okkum at halda arbeiðinum hjá Barnahjálpini koyrandi

Haldgóð og varandi hjálp

Eitt av loysnarorðum hjá Føroysku barnahjálpini er, at barn, ið fær hjálp til útbúgving, vinnur av tí restina av lívinum.

Sambært tølum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar vónir um skúlagongd og útbúgving. Føroyska barnahjálpin ynskir við hesi verkætlan at geva so nógvum av hesum børnum, sum yvirhøvur gjørligt, møguleika til skúlagongd og útbúgving.

Um tín fyritøka ynskir at stuðla Føroysku barnhjálpini, ber til at flyta pening á eina av kontunum, ið nevndar eru niðanfyri. Minst til at merkja flytingina ”Rakstur”.

Til ber at tekna til fastan stuðul her.

Konto-upplýsingar eru at finna her.