Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um okkum /
Søga

Søga.

Í novembur mánaða 2006 kom íslendska Guðrún Margrét Pálsdóttir, leiðari av ABC barnahjálp í Íslandi, til Føroyar at greiða frá ABC barnahjálpararbeiðinum. Endamálið við ferðini var at stovna ABC barnahjálp í Føroyum. Leygardagin 25. novembur 2006 boðaði hon til kunnandi fund í Miðlahúsinum í Havn.

Fimtan fólk møttu á fundinum, flestu teirra úr Klaksvík. Ætlanin var at finna umboð til nevnd fyri ABC Føroyar á kunnandi fundinum. Men av tí at ikki nóg breið uppmøting var til fundin, varð gjørt av at bíða. Fyribils varð sett ein trímannanevnd, sum fekk til uppgávu at finna nevndarlimir ymsastaðni úr landinum.

Í trímannanevndina vórðu vald Rúna Sivertsen, forkvinna og stovnari, Karsten Hansen og Hjørdis Háberg Petersen.

F.v.: Guðrún Margrét Pálsdóttir, leiðari fyri ABC barnahjálp
í Íslandi, Karsten Hansen, Rúna Sivertsen og Hjørdis Petersen.

Tað stóð ikki á at manna nevndina, sum hevði sín fyrsta fund tann 11. desembur 2006, og skipaði hon seg soleiðis: Rúna Sivertsen, forkvinna, Rúni Hentze, næstformaður, Karsten Hansen, peningarøkil, Margreth Olsen, skrivari,  Beinta Háberg Jacobsen, Maibritt Fredriksberg og Hilda Viderø.

F.v: Karsten Hansen, Hilda Viderø, Margreth Olsen, Rúna Sivertsen, Beinta Háberg Jacobsen, Maibritt Frederiksberg og Rúni Hentze. 

Broytingar í 2015

Orsakað av broytingum í íslendska felagsskapinum, gjørdi føroyska nevndin av at broyta viðtøkur og navn og gerast sjálvstøðugur føroyksur felagsskapur.

Í juni 2015 vórðu viðtøkurnar broyttar, og felagsskapurin hevur eftir tað virkað undir hjánavninum Føroyska barnahjálpin og er nú sjálvstøðugur føroyskur hjálparfelagsskapur. Hjálparbeiðið var óbroytt og helt fram á sama hátt, sum frammanundan

Barnahjálpin, sum felagsskapurin oftast verður kallaður, stuðlar umleið 500 einstøkum børnum í Liberia, Senegal, Pakistan, Nigeria og á Filipsoyggjunum. Nakað av fíggjarligum stuðli verður eisini sendur til India.