Búmerkið hjá felagnum
05. nov. 2026

Hjálp einum barni í Pakistan.

Okkum manglar stuðlar til kristin børn í Pakistan. Hesi børnini vaksa upp í einum samfelag, har trúgvin kann avmarka teirra møguleikar. Við at hjálpa teimum at fáa skúlagongd kunnu vit geva teimum eina vón um at sleppa úr fátækradømi og skapa sær eina betri framtíð. ❤️

Einki barn eigur at hava verri møguleikar í lívinum vegna sína trúgv. Men soleiðis er veruleikin hjá nógvum kristnum børnum í Pakistan.

Kristin eru ein lítil og útsettur minniluti. Nógvar familjur liva í stórum fátækradømi og hava trupult við at fáa arbeiði og eina støðuga inntøku. Hetta rakar eisini børnini, sum kunnu missa møguleikan at fáa eina útbúgving og harvið eina betri framtíð.

Í eini nýggjari frágreiðing frá ES (oktober 2026) verður víst á, at kristin í Pakistan framvegis eru fyri hóttanum, ágangi og mismuni. Serliga eru genturnar útsettar.

Men vit kunnu vera við til at gera mun. ❤️

Føroyska Barnahjálpin hevur í mong ár hjálpt børnum úr kristnum familjum í Pakistan at ganga í skúla.

Fyri hesi børnini er skúlagongd nógv meira enn at læra at lesa og skriva. Hon gevur teimum vón um eina framtíð, har tey kunnu fáa eitt arbeiði, vinna sína egnu inntøku og ikki noyðast at liva í sama fátækradømi sum foreldrini.

Hugsa tær, at tú kanst vera við til at broyta lívið hjá einum barni – og kanska eisini framtíðina hjá einari heilari familju.

❤️ Fyri bert 250 krónur um mánaðin kanst tú geva einum barni møguleikan at ganga í skúla og skapa sær eina betri framtíð.

Eitt barn kann ikki broyta síni kor einsamalt. Men tú kanst hjálpa tí á leið.

Vilt tú gerast stuðul, kanst tú skriva til:
✉️ andrea@barnahjalp.fo