04. nov. 2026
Maxwell Ditta úr Pakistan vitjaði í Føroyum.
Í døgunum 19.–26. september 2026 vitjaði Maxwell Ditta úr Pakistan í Føroyum. Maxwell er umboðsmaður hjá Føroysku Barnahjálpini í Pakistan og á Filipsoyggjunum.
Maxwell er búsitandi í Íslandi, har hann arbeiðir fyri Norrønu Barnahjálpina, sum hann stovnaði fyrr í ár.
Í sambandi við vitjanina var Maxwell gestur í sjónvarpsstøðini Iktus, har hann greiddi frá hjálpararbeiðinum í Pakistan og á Filipsoyggjunum.
Rúna Sivertsen, forkvinna í Føroysku Barnahjálpini, er vertur í sendingini og tulkar samrøðuna til føroyskt.
Sendingin varð tikin upp í oktober 2026 og gevur hyggjarunum høvi at fáa innlit í arbeiðið, sum Føroyska Barnahjálpin hevur verið partur av í nærum 20 ár.
Sendingin kann síggjast her <<