Búmerkið hjá felagnum
01. nov. 2026

Frá óvissu til prógv – ein søga um vón og møguleikar.

Fyri nøkrum árum síðani vóru fleiri ung í Liberia í teirri støðu, at tey ikki høvdu ráð at gjalda fyri skúlagongdina. Tey ynsktu at fáa sær eina útbúgving, men uttan pengar til skúlagjøldini var framtíðin óviss. Fleiri ivaðust í, um tey nakrantíð fóru at kunna gera skúlan lidnan.

Men við hjálp frá stuðlum hjá Føroysku Barnahjálpini broyttist støðan. Skúlagjøldini vórðu goldin, og næmingarnir fingu skúlabúnar og aðra neyðuga hjálp, so tey kundu halda fram við skúlagongdini.

Hetta hevði stóran týdning fyri tey ungu. Nú kundu tey hugsavna seg um skúlan og arbeiða fram ímóti málinum, sum tey so leingi høvdu droymt um. Tey gjørdu sær ómak, lósu nógv og sótu mangan uppi langt út á náttina fyri at fyrireika seg til skúlan. Tað gav teimum eisini mót at vita, at fólk, sum tey ongantíð høvdu hitt, trúðu upp á tey og vildu hjálpa teimum.

Árini gingu, og so kom endiliga dagurin, tá ið tey skuldu fáa prógv. Í vøkrum búnum og við stórari gleði kundu tey nú hátíðarhalda, at øll árini við skúlagongd og hørðum arbeiði høvdu borið á mál.

Tað var ein stór løta, ikki bara fyri tey ungu, men eisini fyri familjurnar, lærararnar og øll tey, sum høvdu hjálpt teimum á leiðini. Gleðistárini vóru mong, tí fyri fleiri teirra hevði tað einaferð sæð út til, at hesin dagurin ongantíð fór at koma.

Hetta er eitt gott dømi um, hvussu stóran mun ein stuðul kann gera. Tað, sum hjá okkum er eitt mánaðarligt gjald, kann hjá einum barni ella ungum í Liberia vera munurin á at noyðast at gevast í skúlanum og at fáa eina útbúgving.

Vit gleðast saman við teimum ungu, sum nú hava fingið prógv, og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.

Hjartaliga takk til allar okkara stuðlar, sum gera slíkar søgur møguligar.