Búmerkið hjá felagnum
01. nov. 2026

Jólagávur til børnini.

Freist 30. november: Aftur í ár fara vit at senda pening til jólagávur til børnini, sum fáa stuðul gjøgnum Føroysku Barnahjálpina. Vit vóna, at kunna senda 70 krónur fyri hvørt barnið.


Tað eru knapt 500 børn í seks ymiskum londum, sum Barnahjálpin fer at senda pening til jóla í ár. Peningurin verður nýttur soleiðis, at øll børnini fáa gleði av pengunum.

Ynskir tú at geva eina jólagávu, kanst tú flyta eina peningin á kontu í Norðoya Sparikassa 9865 - 103.480.9. Minst endiliga til at merkja flytingina "Jólagáva".

Eingin kann hjálpa øllum, men øll kunnu hjálpa einum. Hjálp okkum at hjálpa. Hvør króna ger mun.
Myndirnar eru frá jólahaldunum í fjør.