Búmerkið hjá felagnum
01. nov. 2026

Góð tíðindi úr Nigeria.

Nýliga fingu vit gleðilig tíðindini og myndir úr Nigeria. Bilurin, sum Barnahjálpin hevur hjálpt við at útvega, er nú komin.

Ein hjartans tøkk til stuðlarnar, sum við sínum gávum gjørdu tað møguligt at keypa bilin! Uttan tykkara hjálp hevði hetta ikki borið til.

Bilurin verður ein stór hjálp í dagliga arbeiðinum og fer at gera tað lættari at røkka út til børnini og familjurnar, sum Barnahjálpin stuðlar í Nigeria.

Vit gleðast saman við okkara samstarvsfólkum í Nigeria, sum eru sera glað og takksom fyri bilin.
Takk til allar okkara trúføstu stuðlar! Tykkara hjálp ger veruliga mun og er við til at skapa betri møguleikar fyri børnini.