19. jul. 2026
Børn í Nigeria við framtíðardreymum.
Í okkara skúla í Nigeria skipaðu tey fyri einum Career Day, har børnini sluppu at lata seg í tey arbeiðsklæðir, sum verða brúkt í tí yrki, tey droyma um at hava, tá tey verða stór. Tey høvdu eisini framløgur og vístu við stórum eldhuga, hvat tey ynskja at gerast í framtíðini.
Endamálið við degnum var at eggja børnunum til at trúgva upp á sínar dreymar, gera sær ómak í skúlanum og arbeiða fram ímóti einari góðari framtíð. Gleðin og stoltleikin hjá bæði børnum og foreldrum vóru stór.
Vit eru sera takksom fyri at fáa loyvi at vera við til at stuðla hesum børnunum og geva teimum vón um eina bjartari framtíð.


