Kom við til Liberia í mars 2027.
Í døgunum 3.–12. mars 2027 skipar Barnahjálpin fyri eini serligari bólkaferð til Liberia. Ferðin er fyri teg, sum ynskir at uppliva landið, fólkið og arbeiðið hjá Barnahjálpini. Vit fara vitja børn, skúlar og familjur, hitta okkara samstarvsfólk og fáa innlit í gerandisdagin hjá teimum, sum Barnahjálpin stuðlar. Hetta verður ikki bara ein vanlig ferð. Tað verður ein ferð, sum gevur innlit, rørir hjartað og vísir, hvussu stóran mun hjálpin kann gera. Á ferðini fáa vit eisini høvi at uppliva Liberia sum land – náttúruna, mentanina, gestablídnið og søguna. Vit búgva trygt og gott, og ferðin verður løgd til rættis sum ein bólkaferð við felags skrá. Endamálið við ferðini er at varpa ljós á arbeiðið hjá Barnahjálpini og skapa størri áhuga fyri at stuðla børnum og ungum í Liberia. Amarkað pláss Meira kunning kemur skjótt. Hevur tú hug at hoyra meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á fb@barnahjalp.fo ella tlf. 211520.