Búmerkið hjá felagnum
01. jun. 2026

Nevnd sett í Liberia.

Í sambandi við vitjan sína í Liberia fyrr í apríl var eitt av høvuðsendamálunum hjá Rúnu Sivertsen at styrkja arbeiðið hjá Barnahjálpini í landinum.

Á ferðini varð nýggj nevnd sett fyri arbeiðið í Liberia. Í nevndina eru vald Lucretia Diggs Browne, Kerkula P. Jones og Lorraine Toby Clarke.

– Vit eru sera fegin um at hava fingið hesi trý væl kvalifiseraðu fólkini í nevndina. Tey hava drúgvar royndir og eitt sterkt lokalt netverk, sum verður ein stór styrki fyri arbeiðið framyvir, sigur Rúna Sivertsen.

Umframt arbeiðið við nýggju nevndini vóru fundir við skúlafólk, umboð fyri lokalsamfelagið og sakførara. Eisini varð skipað fyri einum skeiði fyri nevnd og leiðslu um arbeiði tvørturum mentanir.

Elisabeth Poulsen, sum hevur drúgvar royndir frá arbeiði í Liberia, helt skeiðið. Luttakararnir fingu innlit í avbjóðingar og møguleikar, sum standast av samstarvi millum fólk úr ymiskum londum og mentanum. Skeiðið varð væl móttikið og varð mett bæði læruríkt og eggjandi.

Ein týðandi partur av menningarhjálp er at hava eitt gott samstarv við lokal fólk, sum kenna umstøðurnar og kunnu vera við til at menna arbeiðið á staðnum. Málið er at byggja upp eitt burðardygt virksemi, sum kann gagna børnum og familjum langt inn í framtíðina.

Á ferðini vóru eisini fundir við fleiri ung fólk, sum arbeiða miðvíst við at útbúgva seg og skapa sær eina betri framtíð.

Føroyska Barnahjálpin takkar øllum stuðlum hjartaliga fyri stuðulin. Uttan stuðul frá privatfólki, fyritøkum og felagsskapum hevði arbeiðið ikki verið møguligt.