Andrea og Annika á vitjan í Liberia.
Um mánaðarskiftið mars - apríl vóru Andrea Niclasen og systir hennara, Annika Arnsteinsdóttir, í Liberia vegna Barnahjálpina.
Andrea hevur ábyrgdina av skrásetingini av stuðulsbørnunum hjá Barnahjálpini og samskiftinum við stuðulsforeldrini, og endamálið við ferðini var at hitta børnini og fáa eitt enn betri innlit í umstøðurnar, tey liva undir.
Ferðin eydnaðist sera væl og tað eydnaðist teimum at hitta nærum øll stuðulsbørnini. Børnini vóru savnað í smærri bólkum á ymiskum støðum í Monrovia, har høvi var at práta við tey og familjur teirra.
Umframt fundir við børnini vóru eisini fleiri heimavitjanir og vitjanir á tveimum skúlum. Hetta gav eitt gott innlit í gerandisdagin hjá børnunum og tær avbjóðingar og møguleikar, tey liva undir.
Starvsfólkini og sjálvboðin í Liberia vóru sera hjálpsom og fyrikomandi undir allari vitjanini. Tey hjálptu til við at samskipa fundirnar og tryggjaðu, at so nógv børn sum gjørligt kundu hittast.
– Hetta hevur verið ein sera góð og gevandi ferð. Tað hevur verið gott at hitt børnini, hoyrt søgur teirra og fingið eitt enn betri innlit í arbeiðið, sum verður gjørt hvønn dag, sigur Andrea Niclasen.
Vitjanin gav eisini høvi at dagføra upplýsingar um børnini og styrkja sambandið millum Barnahjálpina, stuðulsbørnini og familjur teirra.
Barnahjálpin stuðlar í dag 500 børnum í fimm ymiskum londum, og vitjanir sum hendan eru týdningarmiklar fyri at tryggja, at hjálpin røkkur teimum, sum hava tørv á henni, og at sambandið við børnini verður hildið við líka.
Mynd: Andrea & Andrea. Gentan á høvuðsmyndini er uppkallað eftir Andreu.
Á myndini niðanfyri síggja vit Anniku í práti við eina so elskuliga gentu.
