Vælkomin á okkara nýggju heimasíðu.
Í ár fyllir Barnahjálpin 20 ár. Vit gleðast tí um, at vit nú hava fingið nýggja heimasíðu.
Síðan hevur verið í gerð í eina tíð og er nú loksins klár. Endamálið hevur verið at savna allar týðandi upplýsingar um arbeiðið hjá Barnahjálpini á einum stað og gera tað lættari hjá stuðlum, sjálvbodnum og øðrum áhugaðum at fylgja við í arbeiðinum.
Undir teiginum 'Her stuðla vit', er yvirlit yvir londini, vit arbeiða í, og nøgd av børnum við og uttan stuðul.
Á nýggju heimasíðuni ber eisini til at lesa um søguna hjá Barnahjálpini, arbeiðið í teimum londunum, har vit stuðla og um tær verkætlanir, sum vit eru partur av. Eisini ber til at finna upplýsingar um, hvussu ein kann gerast stuðul og hvussu stuðulin verður nýttur.
Barnahjálpin varð stovnað í desember 2006 og hevur síðani arbeitt miðvíst fyri at geva børnum í tilafturskomnum londum betri møguleikar við stuðli til skúlagongd, útbúgving, mat, heilivág og aðra neyðsynjartørvir.
Í dag stuðlar Barnahjálpin umleið 500 børnum í Liberia, Nigeria, Pakistan, Senegal og á Filipsoyggjunum.
Felagsskapurin verður framvegis rikin av sjálvbodnum kreftum og einki av stuðlinum til børnini fer til lønir í Føroyum.
Vit vóna, at nýggja heimasíðan verður ein góð hjálp hjá teimum, sum fylgja við arbeiðinum hjá Barnahjálpini, og at hon kann vera við til at skapa enn størri áhuga fyri hjálpararbeiðinum.
Vit vilja samstundis takka øllum teimum, sum hava stuðlað Barnahjálpini gjøgnum hesi 20 árini. Uttan tykkara trúfesti og hjálp hevði arbeiðið ikki verið møguligt.
Barnahjálpin takkar Kodio fyri at hava ment nýggju heimasíðuna og fyri stuðulin til endamálið.