Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Roknskapir

March 2nd, 2023 Posted in Tíðindi

Okkurt er hent við heimasíðuni, so sumt er ikki at finna. Tí leggja vit slóð til roknskapirnar út her.

Trýst her >>>

Jólagávur til børn í Nigeria

January 1st, 2023 Posted in Tíðindi

Tann 21. desember samlaði starvsfólkið í Nigeria øll stuðulsbørnini og foreldur teirra til eina jólaveitslu. Øll fingu gávu og mat heim við til familjuna fyri pengarnar, sum komu inn til jólagávur. Foreldrini vóru so hjartaliga glað og eru sera takksom fyri føroysku stuðlarnar.

Read the rest of this entry »

Hjálp til Ukraine

May 14th, 2022 Posted in Tíðindi

Stuðulskonsertin í Løkshøll í apríl, gav 25.000 krónur til Ukraine. Av tí, at vit ikki hava sent pening til Ukraine áður, gjørdu vit av fyrst at senda 1000 USD, sum er góðar 6000 krónur.

Read the rest of this entry »

Væleydnað stuðulskonsert

April 16th, 2022 Posted in Tíðindi

Leygardagin, 9. apríl, skipaði Føroyska barnahjálpin fyri stuðulskonsert í sambandi við 15 ára stovningardagin. Inn komu 50.000 krónur. Helvtin av innkomna peninginum fer til neyðstødd børn í Ukraine. Framvegis ber til at stuðla við at flyta pening á kontu 9865 – 3113951.

Read the rest of this entry »

Barnahjálpin 15 ár

April 16th, 2022 Posted in Tíðindi

Hin 25. novembur í 2006, boðaði íslendska Guðrún Margrét Pálsdóttir, leiðari og stovnari av ABC barnahjálp í Íslandi, til fundar í Miðlhúsinum í Havn. Endamálið við fundinum var at stovna ABC barnahjálp í Føroyum. Sama dag varð ein nevnd sett at taka sær av arbeiðinum.

F.v.: Guðrún Margrét Pálsdóttir, leiðari fyri ABC barnahjálp
í Íslandi, Karsten Hansen, Rúna Sivertsen og Hjørdis Petersen

Read the rest of this entry »

Ijeoma á ferð í Nigeria

April 8th, 2022 Posted in Tíðindi

Í februar mánaða, fór Ijeoma til heimland sítt at vitja verkætlanina hjá Barnahjálpini. Hon sigur, at tað var sera gevandi at síggja tann munin, sum vit gera fyri hvørt einstakt av hesum børnunum.

Read the rest of this entry »

Hjálp til neyðstødd børn í Ukraine

April 3rd, 2022 Posted in Tíðindi

Føroyska Barnahjálpin hevur gjørt av at senda fíggjarligan stuðul til neyðstødd børn í Ukraine, sum eru rakt av krígnum í landinum.

Read the rest of this entry »

Stuðulskonsert í Løkshøll

April 3rd, 2022 Posted in Tíðindi

Leygardagin 9. apríl klokkan 16:00, verður stór stuðulskonsert í Løkshøll til frama fyri Føroysku Barnahjálpina og Ukraine. Konsertin er í sambandi við, at tað eru liðin 15 ár, síðani Barnhjálpin varð stovnað. Helvtin av innkomna peninginum fer til hjálp til neyðstødd børn Ukraine.

Read the rest of this entry »

Stuðul frá børnum í skúlanum Argjahamri

January 2nd, 2022 Posted in Tíðindi

Sjeyndu flokkar á Argjahamri savnaðu í fjør pening inn til Barnahjálpina og Barnabata. Barnahjálpin sendi peningin, 18.500 kr., til Filipsoyggjarnar, har tey hava bygt tvey flokshølir aftrat fyri peningin.

Read the rest of this entry »

Skaði á skúla á Filipsoyggjunum

December 26th, 2021 Posted in Tíðindi

Ein av skúlunum hjá ABC Children’s Aid á Filipsoyggjunum, sum Føroyska barnahjálpin samstarvar við, fekk skaða, tá ódnin Rai herjaði har um miðjan desember.

Read the rest of this entry »