Um stuðul
Fyri at tað skal vera so bíligt sum møguligt at vera faddur hjá Føroysku barnahjálpini, verður miðað eftir at fáa so nógva sjálvbodna arbeiðsmegi sum gjørligt.
- Føroyska barnahjálpin ætlar at røkka sínum endamáli við at leita sær sjálvbodna hjálp og stuðul frá so nógvum, sum vilja hjálpa til.
- At fáa so nógv sjálvboðin til at gera arbeiðið á teimum økjum, har tað er gjørligt
- At fáa til vega pening við gávum frá virkjum og einstaklingum og gjøgnum ymisk tiltøk.
Høvuðsendamálið hjá Føroysku barnahjálpini er at stuðla børnum í tilafturskomnum londum við hjálp til skúlagongd og útbúgving.
Við stuðli frá føroyskum stuðulsforeldrum stuðlar Barnahjálpin umleið 500 børnum í seks ymiskum londum. Londini eru Filipsoyggjarnar, India, Kenja, Liberia, Pakistan og Senegal. Øll hesi lond eru á listanum hjá ST yvir menningarlond, sum hava tørv á stuðli.
Í Liberia stuðlar Barnahjálpin 160 børnum. Liberia er hart rakt av borgarakríggi, AIDS og Ebola. Miðaladurin er bara 18-19 ár, so meginparturin af fólkunum eru ung og óroynd. Ein stórur partur av fólkinum livir í fátækradømi og hava ikki ráð til skúlagongd.
Barnahjálpin stuðlar eisini 80 børnum í Sengali við skúla og útbúgving.
Í Pakistan stuðla føroysk stuðulsforeldur 75 børnum við skúla og útbúgving.
Á Filipsoyggjunum stuðla føroysk stuðulsforeldur 75 børnum við skúla og útbúgving.
Í Nigeria fáa 40 børn stuðul til skúlagongd.