Bárður Lydersen sýnir fram í Reykjavík
June 22nd, 2013 Posted in UncategorizedMyndaframsýningin “Acre of hope – all lives have equal value” læt upp í hølum hjá ABC barnahjálp á Laugavegi 103 í Reykjavík í, fríggjadagin 21. juni.
Myndaframsýningin “Acre of hope – all lives have equal value” læt upp í hølum hjá ABC barnahjálp á Laugavegi 103 í Reykjavík í, fríggjadagin 21. juni.
Mánakvøldið, 17. juni klokkan 20.00, verður eitt stuðulstiltak í KFUM & K í Klaksvík fyri arbeiðið í Liberia.
Read the rest of this entry »
Hóskvøldið 20. juni klokkan 20.00, verður filmurin, Oyðimarkarblóman, sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower eftir Dirie Waris. Atgongumerkið kostar 80 krónur
Í handlum kring landið standa bússur hjá ABC barnahjálp. Peningurin, sum kemur inn við bússunum ger hvønn mánað stóran mun í hjálpararbeiðinum.
Revsimálið móti fyrrverandi leiðaranum í ABC barnahjálp í Liberia, Matthew Sakeuh, er heimvíst til nýggja viðgerð, tí próvførslan var ikki nøktandi. Dómarin hevur ógildað úrskurðin hjá nevningatinginum og ABC Children’s Aid International fyrireikar nú nýtt rættarmál
Nevningatingið í Temple of Justice, rættinum í Liberia, fann í gjár Matthew T. Sakeuh sekan í misnýtslu av ognum, stuldri av ognum og kriminellari ráðagerð
Tað eru smá trý ár gingin, síðani ABC barnahjálp varnaðist, at alt ikki var sum tað skuldi viðvíkjandi skúlaverkætlanini í Liberia. Líka síðani hevur felagsskapurin arbeitt við at leggja málið fyri liberiska rættin, Temple of Justice. Tað er Hilda Viderø, nevndarlimur í ABC barnahjálp og leiðari fyri verkætlanini í Liberia, sum í hesi trý árini hevur ferðast til Liberia fyri at royna at loysa málið.
Fyri einum lítlum mánaða síðani varð leiðarin fyri ABC skúlan settur í fangahús vegna kristnu trúnna. Hann og starvsfelagi hansara, Zeneide, vórðu bæði tikin orsakað av følskum ákærum ímóti teimum. Tey hava nú sitið fangar í alla hesa tíð undir sera vánaligum umstøðum.
Í hesum filmsbrotinum sæst nakað av teirra virksemi í Senegal.
Fyri nøkrum døgum síðani fekk ABC barnahjálp hendan sangin til ognar frá Petur Háberg Jacobsen. Petur hevur gjørt bæði orð og lag og dóttir hansara, seks ára gamla Beinta syngur.
Petur sá eina sending um Liberia, sum rørdi hansara hjarta og hann skrivaði sangin, sum hann kallar Lítli vinur.
Seinast í august fór Hilda aftur til Liberia, har hon eftir ætlan steðgar til 19. september.
Endamálið við ferðini er fyrst at hyggja eftir, um børnini hava tað gott og peningurin, sum vit senda, verður nýttur til tað, hann er ætlaður til. Eisini hevur hon skeið, bæði við børnunum og teimum vaksnu, sum taka sær av teimum.
Jose og Marli við børnum sínum, Jemima, Zucki og Jonatas
Hjúnini Marli og Jose hava arbeitt í Senegal í 20 ár, so tey hava drúgvar royndir har. Tað eru tey, sum taka sær av arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í høvuðsstaðnum Dakar, sum byrjaði í 2008.