Tøkk úr Liberia
January 16th, 2015 Posted in TíðindiTakkarbræv fyri tykkara hjálp!
Góðu sponsorar og leiðarar í ABC barnahjálp Føroyar.
Eg beri hesa heilsan vegna børnini og starvsfólkini í ABC Liberia. Vit eru Harranum ógvuliga takksom fyri, at vit eru á lívi í hesi ræðuligu ebolakreppu. Júst nú er framgongd, grundað á úrslitini hjá Ebola Taskforce. Deyðiligheitin er lækkandi, og færri sjúklingar eru á sjúkrahúsunum kring landið.
20. desember var stjórnarval, sum er ein ábending um, at støðan við ebola er batnandi.