Í dag eru liðin 15 ár, síðani Føroyska barnahjálpin varð stovnað. Á júst hesum degi eru vit so glað um at kunna fortelja, at eitt av børnunum, sum vit lærdu at kenna á okkara fyrstu ferð til Liberia, nú hevur fingið tað, sum tey har kalla Capping Pass.
Patience varð koyrd úr skúlanum, tí tey høvdu ikki ráð at gjalda fyri skúlagongdina. Við stuðli úr Føroyum slapp hon aftur í skúla og kann nú fara í 7. flokk.
Titus og Ishmael eru tveir af fýra beiggjum, sum plagdu at
ganga hús úr húsi at hjálpa familjum við húsligum uppgávum, fyri at fáa mat hvønn
dag. Eftir, at pápi teirra gjørdist lamin í ferðsluóhappi, flutti mamman út, og
læt synirnar eftir hjá pápanum, sum ikki fekk gingið. Hon segði, at hon var
troytt av at vera um hann, sum ein trælur hjá honum og børnunum alt lívið.
Shamila Johannsen, sum er ættað úr Pakistan, var í desember í
fjør og vitjaði í heimlandinum. Meðan hon var heima, nýtti hon høvið at vitja
ein skúla, sum fær stuðul gjøgnum Føroysku barnahjálpina.
Síðani 2012 hava vit í Barnahjálpini havt samband við Karuna Kumari Kalva og mann hennara, John Hus. John leið av tuberkulose og lungnabruna, og 26. mai doyði hann brádliga av einum hjartatilburði. Eftir sita Karuna og tvær døtur.
Koronastøðan í Pakistan vekir ótta og stúran um fíggjarkreppu og arbeiðsloysi hjá nógvum familjum. Fleiri eru tvungin at at senda børnini til arbeiðis fyri at fáa mat á borðið.
Føroyska barnahjálpin hevur stuðlað børnum í Liberia síðani í 2008. Í løtuni fáa 180 børn har stuðul til skúlagongd frá føroyskum stuðulsforeldrum.
Fremst frá v. sita Solomon og Martin, sum báðir búðu á barnaheiminum hjá Barnahjálpini. Solomon lesur til lærara og Martin er lærari og tekur eina leiðsluútbúgving nú. Teir arbeiða á bókasavninum, har børnini kunnu koma og gera skúlating aftaná skúlatíð.
Florence, sum situr fremst, er leiðari fyri Føroysku barnahjálpina í Liberia. Hon er byrjað at lesa til sosialráðgeva. Florence, Caroline aftast t.h (varðaleiðari) og Elajah aftast t.v. (lærari) hava samband við øll børnini, sum fáa stuðul úr Føroyum. Tey syrgja m.a. fyri, at vit fáa jólakort, myndir og karakterbøkur frá stuðulsbørnunum.
Føroyska barnahjálpin stuðlar 78 børnum í Sengal. Har, eins og um allan heim, hevur corona darvað skúlagongdini, men í november lata skúlarnir upp aftur sum vanligt.
Ijeoma Regina Akpu úr Nigeria er nýggjur nevndarlimur í Føroysku Barnahjálpini og fer Barnahjálpin nú eisini undir at stuðla børnum í Nigeria við skúlagongd. Nigeria er 7. landið í røðini av londum, sum Barnahjálpin stuðlar. Tað eru í dag 579 børn skrásett í stuðulsskipanini hjá Føroysku Barnahjálpini.
Tað siga Amy Hansen og Súsanna Vang, sum í september millum annað vóru og vitjaðu ein skúla í Kenja, ið er rikin við peningi føroyskum stuðlum gjøgnum Barnahjálpina. Í Góðan Morgun Føroyar greiddu tær frá nøkrum av sínum upplivingum. Sára Jógvansdóttir, sum var við á ferðini, gjørdi innslagið.
Vitjan í londunum, sum Barnahjálpin stuðlar í hevur ómetaliga stóran týdning fyri arbeiðið hjá Barnahjálpini.
Í september mánaða vóru Amy Hansen og Súsanna Vang, saman við Sáru Jógvansdóttir, og vitjaðu skúlan, har børnini ganga, sum fáa stuðul frá føroyskum stuðulsforeldrum gjøgnum Barnahjálpina.
Síðani tær vitjaðu har hava omanfyri
hávlthundrað stuðlar aftrat tekna seg fyri at stuðla einum barni.
Tær siga, at sjálvt um børnini, sum ganga í skúlanum, eru fátøk, so sæst tað væl, at tey eru betri fyri enn tey børn, sum ikki ganga í skúla. Tað hevur stóran týdning fyri børnini at vita, at tey hava ein stuðul, siga tær.