Børn í India
Í samstarvi við Maranatha Social Organisation stuðlar Føroyska barnahjálpin nú børnum í India. Fólkið har livir í stórum fátækradømi og 95 prosent av fólkinum liva undir fátækramarkinum.
Fyri fyrst stuðla vit einum skúlaflokki í Guntur økinum, sum er í statinum Andhra Pradesh, sum liggur við landsynnigs strondina í India. Foreldur teirra eru ógvuliga fátøk og eru sokallað Rag pickers og liva av at samla avfall á ruskplássum.
Við bara fáum krónum um mánaðin kanst tú vera við til at hjálpa hesum børnum burtur úr neyð og vesaladómi, so tey kunnu fáa mat hvønn dag og læra at lesa og skriva.
Til ber at stuðla við fastari flyting á kr. 50,00, kr. 100,00 ella kr. 200,00 um mánaðin.
Tað ber sjálvsagt eisini til at stuðla við at lata eina peningagávu eina ferð.
Flyt peningin á kontu í Norðoya Sparikassa 9865-103.480.9 og merk flytinginga India.