Stuðul frá Uttanríkisráðnum
October 19th, 2008 Posted in TíðindiUttanríkisráðið hevur latið ABC barnahjálp 240.000 krónur í menningarstuðli aftrat til fyrsta byggistig av skúlanum, sum ABC barnahjálp í Føroyum letur byggja nær høvuðsstaðnum Monrovia í Liberia. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum.
Landsstýrið læt í fjør 180.000 UDS, sum roknað varð við, at fyrsta byggistig fór at kosta. Peningurin varð játtaður í dollarum og varð goldin ABC barnahjálp í fýra gjøldum, so hvørt byggingin fór fram. Orsakað av fallinum í virðinum av dollaranum og hækkaðum byggikostnaði, restaði peningur í at gera skúlan lidnan.
Matthew Sakeuh, sum stendur fyri arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í Liberia, sigur, at fyrsta byggistig verður klárt at taka í nýtslu í februar.
ABC barnahjálp takkar landsstýrinum hjartaliga fyri stuðulin.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.