Stuðulsforeldur til Senegal
October 18th, 2008 Posted in TíðindiABC barnahjálp í Føroyum hevur avgjørt at fara undir at stuðla børnum í Senegal. Stuðulin fer til skúlagongd, læknahjálp og dagligar máltíðir.
[singlepic=60,320,240,,center][singlepic=95,320,240,,center]
Børnini eru knýtt at verkætlan í Dakar í Senegal, undir leiðslu av Jose og Marli da Silva. Hesi eri farin undir skipaða skúlagongd í leigaðum hølum fyri børnum, sum ongan møguleika hava fyri at sleppa í skúla. Í løtuni fevnir arbeiðið um:
- umleið 50 børn í forskúla
- meira enn 20 eldri børn, sum fáa goldið skúlagjald
- meira enn 30 børn, sum koma til ítróttartiltøk
Øll børnini fáa morgunmat og eina høvuðsmáltíð um dagin.
Arbeiðið verður í dag lutvíst stuðlað av ABC barnahjálp í Íslandi. Men orsakað av fíggjarkreppuni í Íslandi er trupult hjá teimum at skaffa stuðulsforeldur til øll børnini. ABC Barnahjálp í Føroyum hevur tí sett sær fyri, í fyrstu syftu, at stuðla arbeiðinum í Senegal við at finna stuðulsforeldur til børnini, sum ganga í forskúla.
Frammanundan stuðla føroysk stuðulsforeldur 48 børnum í Liberia gjøgnum ABC barnahjálp í Føroyum.
Les um hvussu tú kanst stuðla undir “Stuðla barni í Senegal”.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.