Ijeoma á ferð í Nigeria
April 8th, 2022 Posted in TíðindiÍ februar mánaða, fór Ijeoma til heimland sítt at vitja verkætlanina hjá Barnahjálpini. Hon sigur, at tað var sera gevandi at síggja tann munin, sum vit gera fyri hvørt einstakt av hesum børnunum.
Ijeoma fortelur frá:
Ferð mín úr Føroyum til Nigeria byrjaði tann 4. februar. Tann 5. februar kom eg til Abuja har eg var í fýra dagar eftirsum, at eg hevði ørindir har. Eg skuldi millum annað fáa “national identification number” (NIN). Tann 10. februar fleyg eg til Lagos og fríggjadagin tann 11. vitjaðu vit bankan og fóru í gongd við at opna eina kontu til okkara verkætlan í Nigeria. Kontan fer at gera tað møguligt hjá føroysku barnahjálpini at senda pening beinleiðis til Nigeria.
Leygardagin var dagurin har vit vitjaðu. Vit vitjaðu tríggjar ymiskar familjur í heimum teirra. Endamálið er at síggja hvar tey búgva, og hvussu børnini, ið vit stuðla, hava tað. Nøkur av børnunum búgva í sera vánaligum korum, sum ikki kunnu sigast at vera heilsufremjandi. Ein av hesum er Beauty Okon. Beauty og fleiri av hennara systkjum búgva hjá ommu síni í eini kroysu við einans einum rómi. Inni hjá teimum eru hvørki møblar ella sengur. Tá eg hugdi inn í myrka rímið sá eg fleiri onnur børn, sum bara lógu á gólvinum. Helst vóru tey svong.
Hvørja ferð vit vitjaðu, spurdu vit børnini hvussu gekk við skúlanum. Tey dáma ógvuliga væl at ganga í skúla og læra nógv. Taye og Kinhide Honathan eru tvíburðar og byrjaðu ikki í skúla fyrr enn tey vóru átta ára gomul og dugdu tá hvørki at lesa ella skriva. Tey vórðu innskrivað í okkara skúla og duga nú at skriva teirra nøvn umframt at lesa.
Flestu foreldur eru sera takksom fyri skúlan og serliga matin, sum børnini fáa. Matin fáa tey í sambandi við átakið “ein máltíð um dagin” (One Meal a Day Program). Eftir mínum tykki hevur tað, at børnini fáa minst eina máltíð um dagin, ímeðan tey eru í skúla, ógvuliga nógv at siga fyri hvussu væl verkætlanin (Children Aid Education in Nigeria) fer at hepnast. Tað er mær fortalt, at máltíðin, sum børnini fáa skúlanum er fyri tey flestu av teimum tann einasta máltíðin tey fáa.
Mánadagin tann 10. februar hittu vit foreldur at børnunum, sum vit stuðla. Tey vóru sera takksom og lovaðu at gera alt tey kunnu fyri at FARE teirra børn í skúla. [Orðið fare hevur ymiskar týdningar, eg veit ikki hvat tey meina við]
Eg kom aftur til Føroya tann 14. februar. Eg eri nevndini í føroysku barnahjálpini sera takksom fyri, at tey bóðu meg fara hesa ferðina. Tað var sera gevandi at síggja tann munin, sum vit gera fyri hvørt einstakt av hesum børnunum.
Vinarligar heilsanir
ljeoma Regina Akpu
Sorry, comments for this entry are closed at this time.