Patience liðug við 6. flokk
August 24th, 2021 Posted in TíðindiPatience varð koyrd úr skúlanum, tí tey høvdu ikki ráð at gjalda fyri skúlagongdina. Við stuðli úr Føroyum slapp hon aftur í skúla og kann nú fara í 7. flokk.
Patience er miðlingur í einum systkinaflokki upp á trý. Pápi hennara koyrir taxa, men hann drekkur pengarnar upp.
Í eina tíð megnaði mamman at lata børnini sleppa í skúla, men pápi teirra helt á at drekka og brúkti allar pengarnar til alkohol. Tað førdi við sær, at Patience varð koyrd úr skúlanum, hóast hon var ein av bestu næmingunum.
Seinni slapp Patience aftur í skúla við stuðli frá Føroysku barnahjálpini. Nú hevur hon fullført 6. flokk.
Takkað verið Føroysku barnahjálpini, gongur hon nú í Junior High Division, sum er 7. til 9. flokkur.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.