Fyribyrgja barnaarbeiði
August 1st, 2021 Posted in TíðindiKoronastøðan í Pakistan vekir ótta og stúran um fíggjarkreppu og arbeiðsloysi hjá nógvum familjum. Fleiri eru tvungin at at senda børnini til arbeiðis fyri at fáa mat á borðið.
Nógv foreldur og verjar hjá børnum missa arbeiði, og noyðast at taka fyrifallandi arbeiði fyri at fáa fíggjarviðurskiftini at hanga saman.
Vit hava tosað við tey í Pakistan fyri at kanna, hvat kann gerast fyri at fyribyrgja, at okkara næmingar enda á arbeiðsmarknaðinum sum barnaarbeiðarar.
Ein loysn fyri at lætt um fíggjarliga trýstið á foreldrini og verjar, kundi verið at bjóða børnunum eina máltíð á skúlunum. Sambært okkara meting hevði ein máltíð um dagin til 120 – 140 næmingar kostað góðar 6000 um mánaðin.
Føroysk stuðulsforeldur stuðla børnum í tveimu skúlum í Pakistan. Skúlarnir eru í Gujranwala og Farooqabad.
Ynskir tú at stuðla við pengum til máltíðir til børn, sum ganga í skúla, kanst tú flyta pening á kontu í BankNordik 6460-177.709.4
Sorry, comments for this entry are closed at this time.