Ijeoma Regina Akpu í nevndina
June 21st, 2020 Posted in TíðindiIjeoma Regina Akpu úr Nigeria er nýggjur nevndarlimur í Føroysku Barnahjálpini og fer Barnahjálpin nú eisini undir at stuðla børnum í Nigeria við skúlagongd. Nigeria er 7. landið í røðini av londum, sum Barnahjálpin stuðlar. Tað eru í dag 579 børn skrásett í stuðulsskipanini hjá Føroysku Barnahjálpini.
Nigeria er, við meira enn 200.000.000 íbúgvum, fólkaríkasta og búskaparliga størsta landið í Afrika. Hóast tað liva nógv í ekstremum fátækradømi og meira enn 10 milliónir børn í Nigeria ganga ikki í skúla. Tað er tað hægsta í øllum heiminum. Øll børn í Nigeria hava rætt fría til skúlagongd, men av tí, at skúlabúni er kravdur og foreldrini mugu gjalda bæði skúlaklæðini, bøkur og skúlatilfar sjálvi, so hava nógv ikki ráð at senda børnini í skúla.
Barnahjálpin stuðlar frammanundan børnum á Filipsoyggjunum, India, Kenja, Liberia, Pakistan og Senegal. Tey 13 árini Barnahjálpin hevur virkað, er talið á børnum í skipanini økt fyri hvørt ár. Undirtøkan at stuðla børnum persónliga er nógv økt gjøgnum árini og fáa nú 500 børn í teimum sjey ymiskum londum stuðul til skúlagongd gjøgnum Barnahjálpina. Sostatt vantar Barnahjálpini stuðul til 79 børn.
Ynskir tú at stuðla barni kanst tú seta teg í samband við Andreu Niclasen. Teldupostur: andrea@barnahjalp.fo. Tlf.: 283456. Meira fæst at vita á www.barnahjalp.fo.Tað kostar 250 kr. Um mánaðin at stuðla einum barni gjøgnum Føroysku Barnahjálpina.
Mynd: Fv.: Ólavur Asafsson Olsen, Andrea Niclasen, næstforkvinna og skrivari, Rúna Sivertsen, forkvinna, Charlotta á Váli Olsen, peningarøkil, og Ijeoma Regina Akpu.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.