Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Tøkk úr Senegal

September 17th, 2019 Posted in Tíðindi

Binta er úr Senegal og hevur fingið stuðul til skúlagongd úr Føroyum í nógv ár. Nú er hon liðug við high school og takkar fyri stuðulin. Barnahjálpin ynskir henni hjartaliga til lukku og alt tað besta.

Tað er hugaligt at fáa eina slíka heilsan og veruliga síggja, at hjálpin ger mun. Binta er nú liðug við barna- og framhaldsskúla og ætlar sær á universitetið. 

 

 

 

 

 

 

 

Ein av fyrstu myndunum, sum stuðulin fekk av Bintu. Nú er hon ein vaksin genta og klár at fara víðari í lívinum. Uttan stuðulin úr Føroyum hevði hon ikki havt møguleika til at fingið skúlagongd. 

 

Sorry, comments for this entry are closed at this time.