Takka Mariu og føroyingum fyri skúla
April 15th, 2019 Posted in TíðindiFøroyska ferðalagið við 21 fólkum, sum herfyri vitjaði í Kenja, fekk eina stórfingna móttøku á skúlanum hjá ABC Children`s Aid Kenya í fátækrabýlinginum Kariobangi í Nairobi. Tórður Mikkelsen, sum var við á ferðini skrivar:
Og ein av føroyingunum fekk serliga heita móttøku. Tað var Maria Syderbø Mikkelsen, ið hevði tikið stig til henda túrin. Hon var her ístarvsvenjing sum sosialráðgevi í fyrru helvt av 2017. Tá sá hon stóra tørvin á at tey, sum verða liðug í miðnámsskúla, fáa møguleikan atútbúgva seg, so tey ikki enda aftur úti á gøtuni í fátækrabýlingunum at reika uttan mið og mál.
Við peningagevandi tiltøkum í Føroyum, hevur Maria útvegað fígging til eitt college, ella tekniskan skúla, sum vit kanska vildu sagt í Føroyum, og partur av peninginum verður eisini brúktur til útbúnað og at byrja skúlan. Hesin bygningurin er nú komin upp við síðuna av sjálvum skúlanum í Nairobi, og ætlanin er at taka hann í brúk í mai.
Her kunnu ungfólk, ið eru liðug við miðnámsskúla, nema sær útbúgving sum elektrikari, sum frisørur, iđ eisini umfatar vakurleikaviðgerð, sum forskúlalærari ella nema sær eina skrivstovuútbúgving. Harumframt er her møguleiki at nema sær kunnleika til teldur, ið tey flestuslettis ikki eru von við, tí higartil hevur eingin telda verið á teimum báðum skúlunum hjá felagsskapinum.
-Við nýggja colleginum fáa nógvir av okkara næmingum, sum higartil ikki eru farnir víðari eftir miðnámsskúlan, møguleika at nema sær eina útbúgving, og tað er alneyðugt fyri at koma víðari í lívinum, sigur Þórunn Helgadóttir, sum saman við manninum Sammi rekur ABC Children`s Aid Kenya. Felagsskapurin hevur ein skúla í Nairobi og ein í Loitoktok.
– Summi eru dugnalig í hondunum og onnur eru stinn í bókini. Vón okkara er, at vit eru før fyri at bjóða øllum tað, ið passar teimum best, og nýggja collegið hjálpir okkum til hetta, sigur Þórunn.
Teir báðir skúlarnir hjá Children`s Aid Kenya hava tilsamans 600 næmingar, ið koma frá fátækum familjum, sum annars ikki havamøguleika at geva børnunum skúlagongd. Ein partur av hesum børnum hava stuðlar í Føroyum, sum hvønn mánađ flyta 250 kr. gjøgnum Føroysku Barnahjálpina til skúlagongd, mat, skúlaklæðir, læknahjálp o.a. hjá næminginum.
Føroyska ferđalagiđ var í Kenja í 14 dagar, og har vitjaðu tey í bólkum nógv heim í fátækrabýlingum í Nairobi, har familjurnar hava tađótrúliga smátt og hava hørð kor. Tey vitjaðu eisini nógv masaiheim í økinum viđ Loitoktok, har turkurin partar av árinum er ein stórur bági.
Um tú ynskir at stuðla collegiinum í Nairobi, kanst tú venda tær til Mariu Syderbø við at skriva til hennara á mariasyderbo@gmail.com
Ynskir tú at stuðla børnum í Kenja kanst tú skriva til Andreu Niclasen á andrea@barnahjalp.fo
Í sambandi við ferðina gjørdi Tórður Mikkelsen upptøkur til sendingina “Við Tórði á Túri”. Hoyr sendingina her >>
Sorry, comments for this entry are closed at this time.