Enn ein sólskinssøga
May 27th, 2018 Posted in TíðindiLeygardagin, 26. mai 2018, fekk 25 ára gamli Joe Russ úr Liberia prógv sum bilmekanikari. Hann er enn eitt prógv um, at tað ger mun at stuðla børnum við skúlagongd
Barnahjálpin byrjaði at stuðla børnum í Liberia fyri 10 árum síðani. Fleiri av børnunum hava fingið útbúgving og standa nú á egnum beinum. Tað er fantastiskt at fáa loyvi til at stuðla og fylgja við hvussu tey mennast og fáa ein møguleika í lívinum.
Tað var rættur hátíðadámur, tá hann leygardagin fekk prógvið handað. Saman við honum vóru familja, vinir og starvsfólk hjá Barnahjálpini.
Tvey onnur ung hava eisini eydnast at fáa útbúgving og hava nú møguleikan at skapa sær eina framtíð. Hini eru tær báðar Martalyn og Nuwoe. Martalyn hevur lært til kokk og Nuwoe er frisør.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.