Úr fátækradømi til egið virki
April 22nd, 2018 Posted in TíðindiSøgan um Nuwoe er bara ein av mongu sólskinssøgunum um børn, sum fingu ein møguleika, tí at onkur í Føroyum vildi stuðla og tryggja teimum eina framtíð
Sunnudagin 8. apríl fór eg fyri fjórðu ferð til Liberia at vitja okkara vinir og arbeiðið har. Við mær á ferðini var Ólavur Asafsson Olsen, nevndarlimur. Hilda Viderø, verkætlanarleiðari, var farin nakrar dagar frammanundan okkum.
Tað var ein stór gleði at síggja øll tey kendu andlitini aftur. Fyrstu ferð, eg var í Liberia var í januar 2009 og nógv av børnunum vóru nú so vaksin og broytt, at eg mundi ikki kent tey aftur.
Nuwoe, sum bert var 16 ára gomul í 2009, er nú 25 ára gomul og rekur egna hárfríðkanarstovu. At vitja hana á arbeiðsplássi hennara var ein av størstu løtunum, eg havi upplivað. Við egnum eygum at síggja, at tað arbeiðið, sum verður gjørt í Liberia, gevur ávøkst, gevur áræði at halda fram.
Nuwoe og systkin hennara vóru forsømd og livdu á gøtuni. Tey ótu tað, ið tey funnu í burturkastinum, áðrenn tey blivu tikin inn á barnaheimið hjá Barnahjálpini at búgva. Nuwoe mátti taka sær av yngru syskinum og av avlavna pápa teirra. Gjøgnum Barnahjálpina fekk hon møguleika til at ganga í skúla og fáa sær útbúgving sum frisør. Í dag hevur hon eina lítla hárfríðknarastovu og leigar tvey kømur saman við systkjum sínum.
Við stuðli úr Føroyum fekk Nuwoe ein møguleika og er í dag ein sjálvstøðug kvinna við egnum virki.
Nuweo í 2009 saman við Opheliu og Carolyn. Allar hava fingið stuðul frá føroyskum stuðulsforeldrum.
Nuweo er so errin og glað um sína hárfríðkanarstovu.
Nowoe uttanfyri hárfríðkanarstovuna. Umstøðurnar kunnu ikki líknast saman við okkara, men eftir teirra málistokki er tað fínt. Nuweo hevur nógv viðskiftafólk og hon ger bæði hár, negl og leggur smyrsl.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.