Á vitjan í Liberia
September 5th, 2017 Posted in Tíðindi
Í apríl mánaða vóru Hilda Viderø og Andrea Niclasen á eftirlitsferð í Monrovia í Liberia. Undir vitjanini fingu tær vissu fyri, at peningurin frá Barnahjálpina veruliga hjálpir fátækum børnum, ungum og familjum í Liberia.
Í Liberia búgva 4,7 milliónir fólk, harav uml. ein millión býr í høvuðstaðnum Monrovia. Í landinum eru fleir etniskir bólkar og yvir 20 ymisk stammumál. Enskt er almenna málið í landinum. Flestir liberianarar eru kristnir.
Landið hevur havt stórar trupulleikar við drúgvum borgarakríggi, AIDS og seinast Ebola.
Barnahjálpin hevur við hjálp frá føroyskum stuðlum rikið eitt barnaheim í Monrovia í uml. 8 ár. Hetta barnaheimið er nú avtikið, tí nógv børn vóru blivin 18 ár, og ikki er loyvt at hava so stór børn búgvandi á barnaheimi í Liberia. Hesi ungu vóru tó ikki før fyri at standa á egnum beinum enn, so onnur loysn mátti finnast. Fleiri eru flutt til onkran í familjuni, mostrar, eldri systkin og onnur. Onnur leiga kamar saman. Tey yngru børnini, sum ongan góðan áttu, fluttu heim til fyrrverandi starvsfólk á barnaheiminum at búgva. Vit stuðla enn hesum børnum og ungu við skúlagongd o.ø. Fleiri av hesum fyrrverandi barnaheimsbørnunum hava nógv at stríðast við. Fleiri byrjaðu seint í skúla, tí borgarakríggj var, og eru ikki liðug við grundskúlan, sjálvt um tey eru at kalla vaksin.
Í 2015 byrjaði Barnahjálpin at stuðla skúlagongdini hjá øðrum børnum. Hetta eru børn hjá fátækum familjum, sum ikki hava ráð at gjalda fyri skúlagongdina. Í dag fáa 100 børn stuðul úr Føroyum umframt tey upprunaligu barnaheimsbørnini.
Barnahjálpin hevur fýra fólk í arbeiði, sum taka sær av arbeiðinum á staðnum og av hesum børnunum. Leiðarin, Florence Goannu, arbeiðir fulla tíð, hini arbeiða niðursetta tíð. Tey vitja børnini heima og í skúlunum. Hetta er eitt umfatandi arbeiði, tí børnini ganga á fleiri enn 20 ymiskum skúlum í býnum. Hesi virka sum sosialráðgevar. Nógv leita til teirra við ymsum trupulleikum og biðja um hjálp. So arbeiðið fevnir um meira enn bara skúlagongd hjá børnum, sjálvt um tað er fremsta endamálið hjá Barnahjálpini.
Hilda, sum hevur ábyrgd av arbeiðinum, hevur ynski um at byrja eitt bókasavn í eini bingju, sum so kann vera miðdepul fyri børnini í tí eina økinum, har tey eisini kunnu fáa hjálp við skúlatingunum. Tí flest teirra hava vánaligar umstøður heima og fáa væntandi ikki ta hjálp, tey hava tørv á við hús. Ynskiligt hevði verið, at Barnahjálpin átti sín egna skúla. Tað hevði gjørt arbeiðið lættari og bíligari. Vit hava enn ikki mist alla vón um at fáa skúlan hjá ABC-barnahjálp aftur, sum bleiv tikin frá okkum. Rættarsakin koyrir enn.
Í tveimum umførum savnaðu starvsfólkini børnini saman, so vit fingu høvi at hitta tey flestu. Tey høvdu skipað fyri fjølbroyttum framførslum við sangi og spæli okkum til heiðurs. Vit fingu eisini høvi at vitja heima hjá fleiri av børnunum og teimum ungu og síggja umstøðurnar heima.
Tað, sum gleddi meg mest at síggja á túrinum, var, at hjálpin fer til børn og ung, sum veruliga hava tørv á tí, og at hon munar. Tað var gott at síggja, at onkur av okkara børnum er liðug/ur við eina útbúgving og fær forsyrgt sær sjálvum. Fleiri eru í holt við eina verkiliga útbúgving og klára seg væl. Hóast umstøðurnar eru út av lagi vánaligar hjá hesum børnum, so eru vit við til at hjálpa teimum at fáa eina útbúgving og harvið vón um betri framtíð.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.