Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið
November 6th, 2016 Posted in TíðindiFríggjadagin, 11. november, fer Hilda aftur til Liberia í arbeiði fyri Barnahjálpina. Endamálið er at tryggja okkum, at tann stuðul vit senda verður nýttur til endamálið.
Menningarhjálpin hjá landinum játtaði herfyri stuðul til 40 børn, sum byrjaðu í skúlanum í august. Fyri, at tey skulu kunna halda fram í skúla næsta ár, skulu vit finna stuðlar til tey øll.
Her er tað, at tín hjálp er kærkomin. Fyri bert 250 krónur um mánaðin kanst tú broyta framtíðina hjá einum barni í Liberia og geva nýggja ættarliðnum nýggja vón.
Skriva til Andreu og tekna teg at stuðla einum barni: andrea@barnahjalp.fo
Sorry, comments for this entry are closed at this time.