Persónligur stuðul hjá barni
August 11th, 2016 Posted in TíðindiNú gleða børnini seg til, at skúlin byrjar aftur aftaná eina langa summmarferiu, men skúlagongd er ikki ein sjálvfylgja hjá øllum børnum í heiminum. Við at gerast persónligur stuðul, kanst tú vera við til at broyta alt lívið hjá barninum.
Børnini í Liberia gleða seg eisini nú skúlin byrjar aftur, men tíverri sleppa ikki øll í skúla, tí foreldrini hava ikki ráð at gjalda.
Barnahjálpin heitir á teg um at vera við til at stuðla einum barni við kr. 250 um mánaðin, og vera við til at broyta lívið hjá einum barni, einari familju og einari bygd. Allar hesar genturnar hava brúk fyri stuðli til at sleppa í skúla.
Tú fært mynd av barninum og tíðindir, so tú kanst fylgja við hvussu tað gongur hjá barninum.
Skriva til andrea@barnahjalp.fo, hilda@barnahjalp.fo ella ring á 222085.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.