Rørandi móttøka í Liberia
January 12th, 2009 Posted in UncategorizedTá ferðalagið úr Føroyum seinasta mikudag kom á vitjan á skúlaøkinum hjá ABC Children’s Aid í Liberia, fingu vit eina hjartaliga og rørandi móttøku.
Fyrst komu nøkur vaksin syngjandi og dansandi ímóti okkum, og tá vit komu longur niðan stóðu øll børnini í hvítum T-blusum við búmerkinum hjá ABC barnahjálp á.
Hetta var ein sera rørandi og hjartanemandi løta, sum fekk tárini fram hjá fleiri okkara.
Vit blivu síðani víst runt á økinum til teir ymisku bygningarnar, ið eru í gerð. Gentuhúsið, sum ABC í Íslandi letur byggja, er næstan liðugt og er abera vakurt og tekur seg væl út. Fyrsta byggistigi av skúlanum er eisini væl áleiðis og verður skúlin tikin í brúk tá næsta skúlaár byrjar í septembur. Tað var einastandi at síggja, hvussu nógv er gjørt, síðani byggingin byrjaði í oktobur 2007.
Tá vit høvdu sæð allar bygningarnar framførdu børnini ymiskt. Onkur sang og onnur lósu upp tað, tey høvdu lært uttanat. Eisini sungu børnini kór og tey sungu so hart, at takið mundi farið av.
Børnini fingu gávur frá bæði landsstýrismanninum og ABC barnahjálp í Íslandi. Eisini fingu tey leikur og skúlaamboð, sum Alfa Bókhandil í Klaksvík hevur latið til gávu.
Í skrivandi løtu eru vit framvegis í Liberia. Vit komu higar seint mikukvøldið og hava havt fulla skrá hvønn einasta dag síðani. Vit hava vitjað alt frá ráðharrum til fólk í fátækasta partinum av Monrovia. Eisini hava vit vitjað eina støð, har fólk við HIV og AIDS møtast til ráðgeving og bólkaarbeiði.
Á myndini síggja vit Hildu við nøkrum av elskuligu børnunum, sum ABC barnahjálp tekur sær av.
Vit fara komandi dagarnar at leggja myndir frá ferðini á heimasíðuna.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.