Oyðimarkar blóman í Mentanarhúsinum
June 8th, 2013 Posted in UncategorizedHóskvøldið 20. juni klokkan 20.00, verður filmurin, Oyðimarkarblóman, sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower eftir Dirie Waris. Atgongumerkið kostar 80 krónur
Filmurin lýsir heilt framúrskarandi sonnu søguna um 13 ára gomlu Dirie úr Somalia, sum fór til gongu gjøgnum oyðimørkina fyri at sleppa undan at giftast gomlum tannleysum manni, sum pápi hennara hevði valt henni.
Waris Dirie visti, at skuldi hon sleppa undan at giftast gamla manninum, hevði hon bara eitt at gera, og tað var at flýggja. Hóast hon bara var 13 ára gomul, gjørdi hon av at taka til rýmingar.
Filmurin lýsir hjartaskerandi lívssøguna um djørvu gentuna og ótrúligu ferð hennara úr oyðimørkini í Somalia, burtur frá foreldrum, systkjum og lívinum sum nomadi, til eitt lív millum heimsins kendastu fotomodellir.
Í steðginum ber til at keypa ein drekkamunn og okkurt afturvið.
Atgongumerki fáast við dyrnar.
Aldursmark 15 ár.
ABC barnahjálp
Tlf.: 222585
Sorry, comments for this entry are closed at this time.