Hilda í Liberia
September 7th, 2011 Posted in UncategorizedSeinast í august fór Hilda aftur til Liberia, har hon eftir ætlan steðgar til 19. september.
Endamálið við ferðini er fyrst at hyggja eftir, um børnini hava tað gott og peningurin, sum vit senda, verður nýttur til tað, hann er ætlaður til. Eisini hevur hon skeið, bæði við børnunum og teimum vaksnu, sum taka sær av teimum.
Men Hilda ger annað enn tað. Hon stríðist eisini við at loysa trupulleikarnar, sum ABC barnahjálp hevur rent seg í viðvíkjandi skúlanum. Vit kunnu ikki siga nakað enn um hvønn veg tað gongur, men málið verður nú gjørt klárt at verða fráboðað til revsirættin.
Børnini hava tað gott og stórtrívast.
Genturnar hugna sær á kamarinum og flætta hvørji aðrari.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.