Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Hjálp til neyðstødd børn í Ukraine

April 3rd, 2022 Posted in Tíðindi

Føroyska Barnahjálpin hevur gjørt av at senda fíggjarligan stuðul til neyðstødd børn í Ukraine, sum eru rakt av krígnum í landinum.

Miroslava og maður hennara Mykola búgva í Uzhhorod, sum liggur har vesturi í Ukraine.  Tey eiga trý børn sjálvi og hava ættleitt sjey. Onkur av teimum ættleiddu eiga eingi foreldur og summi koma frá familjum, har biologisku foreldur teirra hava mist foreldrarættin vegna rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Enn er rættilliga trygt har. Tey hoyra ávaringarlúðrar viðhvørt, men ongar bombuspreingingar ella skot enn. Tað ger, at nógv fólk adrastaðni frá søkja sær skjól har.

Aftrat at taka sær sínum 10 børnum, hjálpa Miroslava og Mykola flóttafólkum, sum fyri tað mesta eru kvinnur við børnum og eldri fólk. Tey taka so nógvar familjur inn í teirra heim, sum tey kunnu. Tá fult er hjá teimum, hjálpa tey at finna aðrar familjur, ið kunnu hýsa hesum fólkum, sum flýggja undan deyðanum.

Tey koyra fólk frá tokstøðini til heimini, har tey kunnu búgva í eina tíð. Eisini koyra tey flóttar til landamarkið, sum skulu víðari inn í Evropa. Umframt hjálpa tey til til við at finna klæði og annað, sum flóttafólkini mangla, tí flestu teirra koma við ongum.

Beint nú býr ein familja hjá teimum. Hendan familjan er úr Donetsk umráðnum. Tey rýmdu undan krígnum og hava ongastaðni at vera. Hendan familja hevur fýra ættleidd børn.

Íbúgvaratalið í Uzhhorod er umleið 100.000 fólk, men talið er tvífaldað sídani kríggið brast á. Talið á flóttarfólki veksur fyri hvønn dag. Tað gerst tí torførari og torførari at finna skjól til øll.

Miroslava og Mykola hava fingið loyvi at brúka ein gamlan almennan bygning og gera hann til eitt herberg. Tey hava fingið til vega sengur, madrassur og seingjarklæði. Umframt hava tey syrgt fyri baðirúmi, so nú kunnu fólk eisini vera har.

Hesi eru millum tey mongu í Ukraine, sum hava tørv á hjálp til hjálpararbeiðið í krígsherjaða Ukraine. Tey høvdu verið takksom fyri at fingið fíggjarligan stuðul til at fíggja hjálpina. Serliga tørvar teimum:

  • Pening til mat, síðani so nógv fólk eru í húsinum. Teir flestu flóttanir hava mist arbeiðið og fáa ikki útvega sær sjálvum mat.
  • Pening til nógv hækkaðu útreiðslurnar, nú húsarhaldið er so nógv størri.
  • Pening til brennievni, tí tey koyra meira enn vanligt og kostnaðurin fyri brennievni er farin upp.

Leygardagin 9. apríl kl. 16:00 verður ein stór stuðulskonsert í Løkshøll til frama fyri Barnahjálpini og neyðstøddum børnum í Ukraine. Eisini ber til at stuðla við at flyta pening á kontu í Norðoya Sparikassa – Norðoya Sparikassa – konta 9865 – 3113951.

Barnahjálpin 15 ár

Ætlanin var at hava eina stuðulskonsert í desember í fjør, á sjálvum 15 ára stovningardegnum hjá Føroysku Barnahjálpini. Korona gjørdi, at konsertin mátti útsetast. Síðani er kríggj brostið á í Ukraine og nevndin hevur gjørt av, at helvtin av inntøkunum av konsertini skulu latast til hjálp til neyðstødd børn í Ukraine. Tað er Angelina Johannesen, sum er úr Kharkiv í Ukraine, sum er millumfólk millum Barnahjálpina og móttakararnar av hjálpini. Hon hevur samband við fleiri fólk í Ukraine, sum taka sær av foreldraleysum børnum.

Á konsertini fer hon at greiða stutt frá støðuni í Ukraine. Eisini kemur Ijeoma Akpu, sum er úr Nigeria, at greiða frá um støðuna í heimlandi sínum.

Tað er Angelina Johannesen úr Kharkiv í Ukraine, sum er millumfólk millum Føroysku Barnahjálpina og stuðulin til Ukraine. Angelina er gift við Dánjal Johannesen í Klaksvík. Tey hava í nøkur ár búð í Kunoy, men flyta fyrsta dagin til Klaksvíkar, har tey hava keypt sær hús.

Miroslava og maður hennara Mykola 


Ein familja við fýra ættleiddum børnum úr Donetsk umráðnum.
Miroslava og Mykola við teirra 10 børnum
Herbergið, sum tey hava gjørt til í einum gomlum almennum bygningi, sum tey hava fingið loyvi at brúka.

Sorry, comments for this entry are closed at this time.