Børn, sum vilja hjálpa
June 24th, 2011 Posted in UncategorizedHesi røsku børnini, sum ganga í 4. og 5. flokki í Hvalvíkar skúla,savnaðu fyrr í ár 2357 krónur inn til tiltakið Ein Tími um Árið. Pengarnir fingu seks børn hjá ABC barnahjálp í Liberia.
Mándagin 20. juni, vóru Hilda Viderø og Rúna Sivertsen í Hvalvíkar skúla at vitja børnini og takka teimum fyri stóru hjálpina. Umframt, at Rúna sýndi myndir og greiddi frá arbeiðinum í Liberia, hevði Hilda eisini ymisk afrikansk ting við at vísa børnunum.
Stigtakarin til innsavningina var 11 ára gamli Sigurd í Homrum. Honum tókti so synd í fatøkum børnum og ynskti at hjálpa, so tey kunnu sleppa at ganga í skúla og fáa betri hús. Saman við flokki sínum skipaði hann, við hjálp frá pápa sínum og lærararum, fyri barnadansi í kappróðranestinum.
ABC barnahjálp takkar børnunum, og øllum, sum hjálptu teimum, hjartaliga.
Lurta her eftir samrøðu, sum Ein Tími um Árið gjørdi við Sigurd í Homrum:
Sorry, comments for this entry are closed at this time.