Albert vitjaði Hermane í Senegal
June 30th, 2019 Posted in TíðindiÍ mai mánaða kom skipið, sum Albert Abrahamsen á Strondum siglir við, til Dakar í Senegal. Albert setti seg í samband við Barnahjálpina at vita, um hann kundi sleppa at heilsa upp á gentuna, sum hann og konan í fleiri ár hava stuðlað. Tað bleiv ein uppliving av teimum stóru fyri bæði Albert og Hermane.
Vit í Barnahjálpini gjørdust bæði spent og glað, tá Albert skrivaði, at hann var í Dakar og ynskti at vitja Hermane, sum hann og konan í fleiri ár hava stuðlað.
Tað hevur stóran týdning fyri arbeiðið, at stuðlar vitja og við egnum eygum kunnu síggja, at hjálpin kemur fram og hvussu stóran mun hon ger.
Hjúnini Eyðbjørg og Albert Abrahamsen hava í 12 ár stuðlað eini gentu í Senegal, og herfyri hendi tað serstaka, at Albert fekk høvi at hitta gentuna, sum nú er 15 ára gomul.
Eftir vitjanina skrivaði Albert til Barnahjálpina, at tað hevði gingið ordiliga gott. Hann hevði, saman við leiðaranum fyri skúlanum verið og vitjað Hermane og familju hennara heima hjá teimum. Tey vóru eisini úti og ótu.
Albert heldur, at tá ein kemur við so stuttum skoðsbráði at vitja, so er ikki møguleiki hjá fyristøðufólkunum at goyma nakað. Leiðarin, Maria Auxiliadora Alves, dugdi sera væl at fyrihalda seg til veruleikan og vísa gerandisdagin hjá teimum har.
Albert endar við at siga, at hann ongantíð var í iva, frá tí at hann kom til skúlan og til hann fór avstað aftur, at hetta er tað, sum Føroyska barnahjálpin stendur fyri.
Í sambandi við vitjanina vóru Albert og konan í morgunsendingini hjá Kringvarpinum og greiddu frá. Sendingin kann hoyars her >>
Sorry, comments for this entry are closed at this time.