Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Ung lesandi áhuga í at geva

October 29th, 2016 Posted in Tíðindi

 

born-libiera

Niðurstøðan av eini kanning, sum Martin Bogason Hansen úr Hoyvík hevur gjørt millum ung lesandi í Føroyum er, at stórur áhugi er fyri at geva, men at tað ikki er nóg mikið ljós varpað á hjálpararbeiði.

Martin Bogason Hansen sigur soleiðis: “Eg hevði ein fordóm um, at ung/lesandi í Føroyum ikki góvu til hjálpararbeiði. Fordómar eru ógrundaðar hugsanir, tí kunna teir ikki brúkast til nógv. So eg valdi, ígjøgnum eina spurnarkanning at kanna um mín fordómur var sannur. Tað var hann, ung/lesandi í Føroyum geva ikki til hjálpararbeiði. Men hví geva ung/lesandi ikki til hjálpararbeiði? Les greinina um tú vilt vita svarið.”

Martin er lesandi á Handilsskúlanum í Tórshavn.
Hví geva lesandi í Føroyum ikki til hjálpararbeiði?

Martin Bogason Hansen

Visti tú, at fyri bert 220 kr. um mánaðin kanst tú bjarga einum barni úr fátækadømi? Við at geva 220 kr. um mánaðin kanst tú gjalda fyri skúlagongd, bøkur, klæðir, skógvar, læknahjálp og dagligar máltíðir til eitt smábarn í londum sum Pakistan og Senegal.

Hóast tað er lutfalsliga bíligt at hjálpa, velja bert 14% (23 av 162) av lesandi í Føroyum at geva til vælgerandi endamál. Men hví geva lesandi í Føroyum ikki til hjálpararbeiði?

Hava lesandi í Føroyum áhuga fyri at geva til hjálpararbeiði?

Ígjøgnum eina net kanning vórðu 162 lesandi í Føroyum spurd um teirra áhuga fyri hjálpararbeiði. Í kanningini luttóku 49 dreingir og 113 gentur. 144 av luttakarunum vóru ímillum 15-20 ár, meðan 18 vóru yvir 20 ár. 131 búðu hjá foreldrunum/verjanum, meðan 31 búðu ikki hjá foreldrunum/verjanum. Tá tey vóru spurd, um tey brúktu nakað av sínari inntøku upp á hjálpararbeiði, sóu svarini soleiðis út:

 

lagkoka
-Ja: 14,2% (23 av 162)
-Nei: 85,8% (139 av 162)

Hóast tølini síggja keðilig og døpur út, er talan ikki um líkasælu. Tí tá tey 86%, sum í fyrstu atløgu viðgingu, at tey ikki góvu eitt oyra til hjálpararbeiði, vóru spurd, um tey høvdu áhuga fyri at geva, sóu svarini soleiðis út:

billede1

-Ja: 38,8% (54 av 139)
-Nei: 15,1% (21 av 139)
-Eg veit ikki: 46% (64 av 139)

Við hesum hagtølunum kann tað sigast, at nógv fleiri enn tey, ið geva, hava áhuga fyri at geva.

Hví geva lesandi ikki til hjálpararbeiði?

Hagtølini vísa, at 38,8% av lesandi, sum ikki geva, hava áhuga fyri at geva, og heili 46% hava ein møguligan áhuga.

So hví geva lesandi í Føroyum ikki til hjálpararbeiði? Tey 86%, sum ikki geva, vóru spurd, hví tey ikki góvu. Svarini sóu soleiðis út:

billede2

-Eg prioriteri aðrar útreiðslur: 17,7% (25 av 139)
-Eg havi ongantíð hugsað um tað fyrr: 26,2% (36 av 139)
-Eg veit ikki hvar og hvussu eg gevi: 5,7% (8 av 139)
-Eg havi ikki ráð: 20,6% (28 av 139)
-Eg síggi onga grund til at geva: 1,4% (2 av 139)
-Eg veit ikki: 18,4% (26 av 139)
-Annað: 9,9% (14 av 139)

“Eg havi ongantíð hugsað um tað fyrr” fekk mest atkvøður. Nógv meta eisini, at tey ikki hava ráð, og onnur hava aðrar prioriteringar.

Niðurstøða

Tølini svara næstan sjálvi spurninginum “hví geva lesandi í Føroyum ikki til hjálpararbeiði?”. 38,8% av teimum, sum ikki geva, hava áhuga fyri at geva, meðan 46% hava ein møguligan áhuga. Tá tey vóru spurd, um hví tey ikki góvu, svaraði 26,2%, at tey høvdu ongantíð hugsað um tað fyrr, meðan 5,7% vistu ikki, hvar og hvussu tey góvu. Við hesum upplýsingum kann tað sigast, at tað er ein stórur áhugi fyri at geva, men tað er ikki varpað nokk av ljós á tað, sum so hevur viðført, at lesandi ikki eingongd hava hugsað um at geva.

Góði lesari

So góði lesari, um tú sum fleiri í hesari kanningini, hevur áhuga fyri at geva, men ikki ert komin til tað av einari ella aðrari grund, les so víðari, eg skal vísa tær akkurát, hvussu tú gert! Kontakta Andreu Niclasen á email andrea@barnahjálp.fo ella á telefon +298 283456 og ger eina avtalu um fasta flyting. Tá avtalan er gjørd, tryggjar tú einum barni, sum annars einki hevði fingið, eitt virðiligt lív við skúlagongd, læknahjálp og dagligum máltíðum. Og tú fært eisini møguleikan at halda kontakt við barnið gjøgnum brøv.
Um tú hevur spurningar, kanst tú kontakta Andreu Niclasen á email andrea@barnahjálp.fo ella á telefon +298 283456.

Viðmerkjast skal, at tað eru aðrir stovnar, sum tú kanst geva til so sum Reyði krossur, Blái krossur, Herbergið o.s.fr. Tað er eisini møguligt at gera hjálpararbeiði gjøgnum fleiri stovnar.

Greinin hevur áður staðið í lesarin.fo

Sorry, comments for this entry are closed at this time.