Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Útbúgving sum lærari við stuðli av Viðareiði

January 6th, 2016 Posted in Tíðindi

Í desember 2015, fekk Martin Tutu prógv sum lærari. Hann er fyrsti unglingi í Barnahjálpini, sum hevur fingið hægri útbúgving. Vit eru errin av honum og gleðast um, at tað hevur eydnast honum at koma so langt.

12363161_925550950825614_6358129552426697873_o

Tað er Rói Matras Absalonsen á Viðareiði, sum hevur stuðla Martini í fleiri ár. Føroyska barnahjálpin nýtir høvið at takka Róa Matras Absalonsen hjartaliga fyri stuðulin øll hesi árini. Eisini ein hjartans tøkk til øll, sum stuðla arbeiðinum.

Barnahjálpin hevur virkað í níggju ár, síðani stovningardagin, 11. desember í 2006.
Ynskir tú at stuðla barni, kanst tú skriva til Andreu Niclansen á andrea@barnahjalp.fo

Sorry, comments for this entry are closed at this time.