Heimasíðan hjá Føroysku barnhjálpini

Viðtökur

 Viðtøkur

 fyri

 ABC barnahjálp í Føroyum

Føroyska Barnahjálpin

 

 § 1

 

Navn

 

Navn stovnsins er ABC barnahjálp í Føroyum við hjánavninum Føroyska Barnahjálpin.

 

 § 2

 

Stovnurin

ABC barnahjálp í Føroyum er óheftur sjálvsognarstovnur við høvuðssæti í Føroyum. Heimstaðurin hjá ABC barnahjálp í Føroyum er á bústaðnum hjá tí til eina og hvørja tíð valda formanninum í nevndini hjá ABC barnahjálp í Føroyum.

 § 3

 

Endamál

Endamál ABC barnahjálp í Føroyum er at stuðla menniskjum, serstakliga børnum og ungum í tilafturskomnum londum, til sjálvbjargni.

ABC barnahjálp í Føroyum kann lata neyðhjálp, um hetta kann vera við til at fremja endamálið í hesi grein.

ABC barnahjálp í Føroyum er bygt á kristiligt grundarlag við kærleiksboðnum sum fyrimynd, t.e., at vit eiga at elska næsta okkara sum okkum sjálv, at vit eiga at bera byrðar hvør hjá øðrum, so at vit í verki vísa, at Guð er faðir teirra faðir- og móðurleysu, og at Hann hjálpir teimum, sum líða og eru stødd í neyð.

 § 4

 

Endamálið í verki

ABC barnahjálp í Føroyum vil fremja sítt endamál við

  • at eggja einstaklingum, fyritøkum o.ø. til at stuðla og taka lut í hjálpararbeiðinum
  • at fáa til vega pening við gávum frá einstaklingum, fyritøkum o.ø. og gjøgnum ymisk tiltøk
  • at seta á stovn faddurskipan, har einstaklingar, fyritøkur o.o. við mánaðarligum gjaldi kunna stuðla børnum við skúlagongd og læknahjálp.

 § 5

 

Nevnd

Evsta vald í ABC barnahjálp í Føroyum er nevndin fyri stovnin, sum telur millum 5 til 7 limir.

Fyrsta nevndin verður vald av eini fyrireikingarnevnd. Fyrsta nevndin er nevnd við navni í § 12, og eru hesi eisini at skilja sum stovnararnir av ABC barnahjálp í Føroyum.

2 stovnarar eru fastir nevndarlimir, og krevur tað broyting av viðtøkunum eftir mannagongdini í § 11, um stovnararnir ikki framhaldandi skulu vera partur av nevndini. Tó kunnu stovnarar verða loystir úr nevndini, um teir sjálvir ynskja tað, og allir stovnararnir, sum nevndir í § 12, skrivliga fráboða nevndini, at eingin teirra ynskir at vera partur av nevndini. Stovnararnir avgera sínámillum, hvør teirra tekur sæti í nevndini.

Nevndarlimir, sum ikki eru stovnarar, kunnu fara úr nevndini, um hetta verður fráboðað nevndini skrivliga ein mánað frammanundan. Fer ein nevndarlimur úr nevndini í úrtíð, verður nýggjur nevndarlimur valdur av eftirverandi nevndarlimum.

Nevndin kann velja 3 tiltakslimir. Um tiltakslimir skulu í nevndina, skal frammanundan vera avgjørt í hvørji raðfylgju, teir skulu taka sæti í nevndini.

Nevndarlimir sita í 2 ár.

Ávikavist 2 og 3 limir fara frá á hvørjum ári, er nevndin mannað við 7 limum, fara ávíkavist 3 og 4 limir frá á hvørjum ári. Teir limir, sum eftir eru í nevndini, velja so av nýggjum. Limur kann veljast aftur.

 § 6

 

Skipan av nevnd

Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, peningarøkili og skrivara á hvørjum ári á fyrsta fundi, eftir at val av nevndarlimum er farið fram.

Starvið sum limur í nevndini er ólønt.

Um onkur av nevndarlimunum roynir at reka stovnin øðrvísi enn ásett er í §§ 3 og4 kann hann verða koyrdur úr nevndini, um minst tveir triðingar av nevndarlimunum atkvøða fyri tí.

Nevndin

 

Miðað verður ímóti at hava 10 fundir um árið, tó skulu minst 6 fundir haldast árliga.

 

 § 7

 

Dagliga leiðslan

Nevndin kann seta dagligan leiðara, og hevur leiðarin ta dagligu leiðsluna av stovninum undir ábyrgd yvir fyri nevndini.

Um ivaspurningar taka seg upp í tí dagliga arbeiðinum, kann dagligi leiðarin ráðføra seg við nevndina.

Dagligi leiðarin ella peningarøkilin, hava heimild til at avgreiða fíggjarlig viðurskifti, ið hava samband við dagliga raksturin og stuðulsarbeiðið hjá ABC barnahjálp í Føroyum. Nevndin kann geva formanninum í ABC barnahjálp í Føroyum heimild til at avgreiða hesi viðurskifti.

Í øllum meira týdningarmiklum spurningum, sum t.d. at seta ella avseta dagliga leiðaran, ella tá talan er um stórar útreiðslur ella peningaflytingar, mugu í minsta lagi tveir triðingar av nevndarlimunum atkvøða fyri.

 § 8

 

Tekning

Samlaða nevndin bindur stovnin í sambandi við keypssáttmálar, ognarskjøl, skuldarbrøv og onnur bindandi skjøl.

Í øðrum førum verður stovnurin bundin av undirskrift hjá formanninum og næstformanninum í felag.

§ 9

 

Roknskapur og búskapur

Roknskapurin hjá ABC barnahjálp í Føroyum verður á hvørjum ári kannaður av góðkendum grannskoðara, sum nevndin velur fyri eitt ár í senn.

Grannskoðarin kann ikki vera limur í nevndini.

Grannskoðaði roknskapurin og frágreiðing um arbeiðið og leiðsluna hjá stovninum seinasta farna árið verður á hvørjum ári áðrenn 1. apríl lagdur fyri nevndina. Nevndin skal hava møguleika at síggja roknskapin 14 dagar áðrenn fundin, minst eina viku áðrenn fundin og hava fundarboð minst eina viku áðrenn fundin. Nevndin kann samtykkja at víkja frá tíðarfreistini.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Nevndarlimir kunnu ikki undir nøkrum umstøðum vera løntir fyri nevndararbeiði. Tað er heldur ikki møguleiki fyri at útluta yvirskot ella veita stuðul uttanfyri endamálið, sum tað er orðað í § 3. Nevndin kann seta lønt fólk í starv, og nevndarlimir kunnu verða løntir fyri annað arbeiði enn nevndararbeiði undir somu treytum sum onnur lønt arbeiðsmegi, herundir fellur eisini fyrisitingarligt arbeiði.

§ 10

 

Upploysn

ABC barnahjálp í Føroyum kann verða upployst, um minst tveir triðingar av nevndarlimunum atkvøða fyri tí, og við 2 nevndarfundum, har tað framhaldandi eru minst tveir triðingar av nevndarlimunum, sum atkvøða fyri hesum.

Verður stovnurin upploystur, skulu ognir stovnsins fella til Barnahjálpargrunnin, Tórshavn.

 § 11

 

Broytingar

Viðtøkurnar kunnu einans verða broyttar, um minst tveir triðingar av nevndarlimunum eru fyri tí, og við 2 nevndarfundum, har tað framhaldandi eru tveir triðingar av nevndarlimunum, sum atkvøða fyri broytingunum.

§ 12

 

Stovnarar

Stovnarar av ABC barnahjálp í Føroyum eru tey, sum vóru vald í fyrstu nevndina, og sum skipaðu seg á fyrsta nevnadarfundinum hjá ABC barnahjálp í Føroyum tann 11. decsember 2006. Stovnarnir eru Rúna Sivertsen, Hilda Viderø, Rúni Hentze, Maibritt Fredriksberg, Karsten Hansen, Margreth Olsen og Beinta Háberg Jacobsen.

Rætturin, sum er tillutaður stovnarnum eftir viðtøkunum hjá ABC barnahjálp í Føroyum, er persónligur og kann ikki verða latin øðrum. Við deyða fellur rætturin hjá einum stovnara sostatt burtur.

Ein stovnari kann altíð við skrivligari fráboðan til nevndina siga frá sær rættin, sum er tillutaður stovnarunum eftir hesum viðtøkunum, til at sita í nevndini. Hevur ein stovnari sagt frá sær rættin til at sita í nevndini, kann hann ikki endurvinna henda rættin. Ein stovnari kann tó lata annan stovnara taka sæti í nevndini, uttan at missa rættin.

Hendir tað, at eingin av stovnarunum ynskir at taka sæti í nevndini, og verður nevndin mannað uttan nakran stovnara, fellur tann rætturin, sum er tillutaður stovnarunum eftir hesum viðtøkunum, burtur fyri allar stovnaranar og kann, eftir at nevndin fyrstu ferð verður mannað uttan nakran stovnara, ikki verða endurvunnin. Allir stovnarnir skulu tá skrivliga hava fráboða nevndini, at eingin teirra ynskir at vera partur av nevndini. Er tílík fráboðan ikki móttikin 1 ár eftir at nýggj nevnd er mannað uttan stovnara, fellur rætturin hjá øllum stovnarunum at sita í nevndini burtur.