• Ferð til Liberia

    ABC barnahjálp og Uttanríkisráðið fara í januar á eftirlitsferð til Liberia. Við í ferðalagnum verða umboð fyri Kringvarp Føroya, sum gera ferðina í sambandi við evnissendingar, ið ætlanin er at senda komandi ár. Ynskir tú at veita ABC barnahjálp fíggjarligan stuðul til ferðina, ber til at flyta pening á eina av kontunum nevndar undir rakstur. Merk flytingina…

    Continue Reading

  • Fyri seks krónur kanst tú geva barni vón

    Tá vit síggja og lesa um alla neyðina úti í verðini, hava vit kanska ofta lyndi at missa mótið og hugsa, at okkara hjálp munar einki. Men so er ikki. Fyri bert 6 krónur um dagin kanst tú broyta verðina hjá einum barni. Við at trýsta á lýsingina til høgru “Barn í Senegal” kemur tú…

    Continue Reading

  • Ynskir tú at hjálpa til

    Um tú ynskir at hjálpa til við arbeiðinum hjá ABC barnahjálp í Føroyum ella Liberia, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ABC barnahjálp á telefon 222585. ABC barnahjálp hevur skrivstovu í Havn og í Klaksvík. Okkum tørva millum annað hjálp til ymiskt skrivligt arbeiði í sambandi við samskifti við Liberia og Senegal.…

    Continue Reading

  • Stuðul frá Uttanríkisráðnum

    Uttanríkisráðið hevur latið ABC barnahjálp 240.000 krónur í menningarstuðli aftrat til fyrsta byggistig av skúlanum, sum ABC barnahjálp í Føroyum letur byggja nær høvuðsstaðnum Monrovia í Liberia. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum. Landsstýrið læt í fjør 180.000 UDS, sum roknað varð við, at fyrsta byggistig fór at kosta. Peningurin varð játtaður í dollarum og…

    Continue Reading

  • Stuðulsforeldur til Senegal

    ABC barnahjálp í Føroyum hevur avgjørt at fara undir at stuðla børnum í Senegal. Stuðulin fer til skúlagongd, læknahjálp og dagligar máltíðir. [singlepic=60,320,240,,center][singlepic=95,320,240,,center] Børnini eru knýtt at verkætlan í Dakar í Senegal, undir leiðslu av Jose og Marli da Silva. Hesi eri farin undir skipaða skúlagongd í leigaðum hølum fyri børnum, sum ongan møguleika hava…

    Continue Reading

  • Skúlin liðugur í februar

    Á myndini sæst fyrsta byggistig av skúlanum, sum ABC barnahjálp letur byggja nær Monrovia, høvuðsstaðnum í Liberia. Millum skúlan og gentuhúsið er ein brúgv gjørd á 2. hædd. Brúgvin fer eisini at tæna gentunum sum regnskjól undir regntíðini. Arbeiðið við at byggja skúlan hevur ligið stilt eina tíð, meðan bíðað hevur verið eftir pengum at…

    Continue Reading

  • Colors of Love

    Í samband við, at ABC Barnahjálp í Íslandi í ár hátíðarheldur, at felagsskapurin hevur virkað í 20 ár, varð lagið “Colors of Love” útgivið í Íslandi. Lagið er sungið av Regínu Ósk, saman við sangarum úr Gospelkóri Reykjavíkur. Tað er Ívar Halldórsson, útvarpsmaður á íslendsku útvarpsstøðini, Bylgjuni, ið hevur skrivað lagið og ognað ABC barnahjálp…

    Continue Reading

  • Skúlin endiliga innilokaður

    Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt dúgliga við at inniloka fyrstu hæddina av skúlabygninginum. Tíverri hevur vánaligt veður seinkað byggingini, men fyrst í hesi vikuni var komið á mál og skaðarnir eru nú böttir. Myndin niðanfyri vísir skúlabygningin högrumegin. Bygningurin vinstrumegin er skúlaheimið til gentur, sum er komið væl áleiðis.

    Continue Reading

  • Upplýsing um arbeiðið

    Soleiðis sær skúlin út, sum ABC barnahjálp í Føroyum letur byggja nær Monrovia, høvuðsstaðnum í Liberia. Byggingin er ikki heilt liðug og enn restar peningur í at gera skúlan lidnan. Ynskir tú at stuðla byggingini, kanst tú flyta pening á eina av kontunum hjá ABC barnahjálp. Minst til at merkja flytingina “bygging”. Kontur: Eik: 9181-160.987.6…

    Continue Reading

  • Kunning

    Á ársfundinum mikukvøldið 7. mai, varð fyri fyrstu ferð møguligt at tekna seg at stuðla børnum til útbúgving gjøgnum ABC barnahjálp í Føroyum. Áhugin at stuðla er stórur og hava sekstan liberiansk foreldraleys børn nú fingið føroysk stuðulsforleldur. Síðani ABC barnahjálp í Føroyum varð stovnað í desembur 2006, hevur verið arbeitt fram ímóti eini stuðulsforeldraskipan.…

    Continue Reading

Search

About

Lorem Ipsum has been the industrys standard dummy text ever since the 1500s, when an unknown prmontserrat took a galley of type and scrambled it to make a type specimen book.

Lorem Ipsum has been the industrys standard dummy text ever since the 1500s, when an unknown prmontserrat took a galley of type and scrambled it to make a type specimen book. It has survived not only five centuries, but also the leap into electronic typesetting, remaining essentially unchanged.

Gallery