• Sjónavarpssending um verkætlanina í Liberia

    Leið meg til Amerika er heitið á sjónvarpssending, sum Kringvarpið sendi hóskvøldið 16. apíl 2009. Sendingin er partur av temasending við heitinum Føroyar og 3. heimurin… Síggj sendingina her >> Eitt sjónvarpslið fylgir í hølinum á føroyska ferðalagnum, sum í januar var og vitjaði verkætlanina hjá ABC barnahjálp í Liberia.  Í sendingin fær hyggjarin innlit…

    Continue Reading

  • Framløga og myndafrásøgn um ABC

    Skúlar, samkomur, stovnar, privatpersónar, arbeiðspláss, feløg, bindiklubbar – Ja, øll, sum hava áhuga í eini framløgu um arbeiðið og myndafrásøgn um ferðina í Liberia, kunnu venda sær til ABC barnahjálp. Á ferðini í Liberia tóku vit nógvar  sera góðar myndir, sum lýsa hesa spennandi verkætlan væl. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú ringja á telefon 222585…

    Continue Reading

  • Stuðulsbørn úr Liberia

    Á vitjan okkara á skúlanum hjá ABC Children’s Aid í Monrovia í Liberia, tóku vit myndir av stuðulsbørnunum. Børnin sita her so fitt, trý og trý, við navninum skrivað á ein lepa. Teimum flestu børnunum dámdu væl at verða avmyndað, men summi av teimum smærru vóru eitt sindur bangin. Onkur av teimum ræddist hvít fólk…

    Continue Reading

  • Slóðbrótandi ferð til Liberia

      ABC barnahjálp fegnast um, at Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, gjørdi av at vitja verkætlan okkara í Liberia. Saman við uttanríkisráðharranum eydnaðist okkum at hitta forsetan, Ellen Johnson Sirleaf, og seks ráðharrar í liberiansku stjórnini   Á vitjanini í Liberia breyt uttanríkisráðharrin slóð fyri ABC barnahjálp inn til forsetan og fleiri av ráðharrum hennara. Vit vóru…

    Continue Reading

  • Rørandi móttøka í Liberia

    Tá ferðalagið úr Føroyum seinasta mikudag kom á vitjan á skúlaøkinum hjá ABC Children’s Aid í Liberia, fingu vit eina hjartaliga og rørandi móttøku. Fyrst komu nøkur vaksin syngjandi og dansandi ímóti okkum, og tá vit komu longur niðan stóðu øll børnini í hvítum T-blusum við búmerkinum hjá ABC barnahjálp á. Hetta var ein sera…

    Continue Reading

  • Fløga til frama fyri ABC barnahjálp

    Ynskir tú at stuðla ABC barnahjálp, kanst tú keypa fløguna Hope, sum er framleidd til frama fyri arbeiðið hjá ABC barnahjálp. Høvuðslagið á fløguni er lagið “Colors of love”, sum íslendska Regina Ósk syngur. Á fløguni eru 11 sangir av sangarum úr Íslandi, Bretlandi, Hollandi og USA. Fløgan, sum kostar kr. 149,00, er ein góð gáva…

    Continue Reading

  • Fyri eina sodavatn

      Við at keypa eina sodavatn minni um dagin, kanst tú geva einum foreldraleysum barni vón um eitt gott lív. Skúlagongd hjá barni í Afrika kostar nevniliga nakað tað sama um dagin, sum ein sodavatn kostar okkum at keypa. Les meira her

    Continue Reading

  • Ferð til Monrovia í Liberia

      Tann 6. januar 2008, fara tvey umboð fyri ABC barnahjálp á vitjan í Liberia, har ABC er við í eini verkætlan, sum umfatar bygging av skúla, barnaheimum, matarhøll og læknahølum. Skúlin er føroysk verkætlan, sum verður stuðlað av landsstýrinum. Við í ferðini verða eisini landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og Barbara á Tjaldrafløtti, sum umsitir menningarhjálpina…

    Continue Reading

  • Børn í Senegal gera jólakort til stuðulsforeldrini

            Fyri umleið tveimum mánaðum síðani gjørdi ABC barnahjálp í Föroyum av at royna at skaffa stuðlar til börn í Dakar í Senegal. Avgerðin bleiv tikin í sambandi við vánaligu fíggjarstöðuna í Íslandi, sum eisini rakar ABC barnahjálp har yviri meint. ABC barnahjálp í Føroyum vónar at fáa stuðlar til 100 börn…

    Continue Reading

  • ABC barnahjálp hevur brúk fyri tær

        Situr tú heima og følir, at tú ert til onga nyttu og at eingin hevur brúk fyri tær longur?   Fell ikki í fátt, tí ABC barnahjálp hevur brúk fyri tínari hjálp! Arbeiðið umfatar nógv ymisk ting, so øll kunnu vera við at hjálpa.   Í løtuni leita vit eftir fólki, sum kann…

    Continue Reading

Search

About

Lorem Ipsum has been the industrys standard dummy text ever since the 1500s, when an unknown prmontserrat took a galley of type and scrambled it to make a type specimen book.

Lorem Ipsum has been the industrys standard dummy text ever since the 1500s, when an unknown prmontserrat took a galley of type and scrambled it to make a type specimen book. It has survived not only five centuries, but also the leap into electronic typesetting, remaining essentially unchanged.

Gallery