Vitjan í Pakistan
August 3rd, 2021 Posted in TíðindiShamila Johannsen, sum er ættað úr Pakistan, var í desember í fjør og vitjaði í heimlandinum. Meðan hon var heima, nýtti hon høvið at vitja ein skúla, sum fær stuðul gjøgnum Føroysku barnahjálpina.
Á ferðini fekk hon høvið at vitja tann eina skúlan, sum Barnahjálpin stuðlar, og í januar mánaða var hon á fundi í nevndini og greiddi frá ferðini. Hesaferð bar henni bara til at vitja skúlan, sum eitur Gujranwala School.
Shamila er gift við Høgna Johannesen og hevur búð her í mong ár. Í desember í fjør fór hon til Pakistan at vitja familju sína. Eftirsum hon fór til Pakistan, bjóðaði hon sær at fara at vitja skúlarnar, sum Føroyska barnahjálpin stuðlar.
Shamila takkar fyri okkara hjálp til pakistanar, sum hon er sera glað um og hugtikin av. Vitjanin gekk væl og hon fekk eitt gott inntrykk av fólkinum.
Tey á skúlanum skriva:
– Tað var so deiligt at fáa vitjan frá einum av umboðunum hjá Føroysku barnahjálpini.
Vegna koronaavmarkingar, fekk hon bert vitja ein skúla, sum ikki var langt frá heiminum hjá familjuni hjá Smailu. Hon er áhugað í at vitja fleiri skúlar ,tá hon aftur fer til Palistan, og tað gleðast vit um.
Shamila fekk eitt prát við Frederick and Edline Ditta, sum eru lærarar og leiðarar fyri skúlan. Hon fekk høvi at spyrja spurningar og tosa við øll starvsfólkini.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.