Okkara dugnaligu starvsfólk í Liberia
July 31st, 2021 Posted in TíðindiFøroyska barnahjálpin hevur stuðlað børnum í Liberia síðani í 2008. Í løtuni fáa 180 børn har stuðul til skúlagongd frá føroyskum stuðulsforeldrum.
Fremst frá v. sita Solomon og Martin, sum báðir búðu á barnaheiminum hjá Barnahjálpini. Solomon lesur til lærara og Martin er lærari og tekur eina leiðsluútbúgving nú. Teir arbeiða á bókasavninum, har børnini kunnu koma og gera skúlating aftaná skúlatíð.
Florence, sum situr fremst, er leiðari fyri Føroysku barnahjálpina í Liberia. Hon er byrjað at lesa til sosialráðgeva. Florence, Caroline aftast t.h (varðaleiðari) og Elajah aftast t.v. (lærari) hava samband við øll børnini, sum fáa stuðul úr Føroyum. Tey syrgja m.a. fyri, at vit fáa jólakort, myndir og karakterbøkur frá stuðulsbørnunum.
Sorry, comments for this entry are closed at this time.